Mær dámar B36 telduspøl og konufólk

James Olsen kemur upprunaliga úr Stuttgart í Týsklandi og var bert ársgamal, tá hann kom til Føroya. Hann fekk sítt dreymastarv, tá hann gjørdist sølumaður, og so elskar hann ræst kjøt

Hvar kemur tú upprunaliga frá?
Stuttgart í Týsklandi.


Hvussu var at vaksa upp við øðrum húðaliti?
Eg var væl móttikin av øllum, og eg hugdi líka nógv eftir øðrum etniskum minnilutum sum hinir føroyingarnir.


Hvussu tíðliga byrjaði tú við tónleikinum?
Sum eg minnist byrjaði eg heilt tíðliga. Tá eg var eini trý-fýra ár tók eg ein tenisketsjara og nýtti hann til gitar, meðan eg sang »Send me a Postcard, darling«.


Hvørja serliga hending minnist tú best frá ungu árunum?
Eitt sum stendur fast í minninum var tá vit í 1981 vunnu eina tónleikakapping í SMS. Tað var SMS-kappingin, sum SMS skipaði fyri í 1980 og 1981, og eg vann so kappingina saman við bólkinum hjá mær, »Playboys«.


Hvørjir eru tínir lívrættir?
Ræst kjøt – einki at rafla um.


Nær byrjaði stóri áhugin fyri B36?
Hann hevur altíð verið har. Eg spældi sjálvur við piltum og smádreingjum, men gavst áðrenn unglingadeildina.


Hvussu heldur tú teg í form?
Har eri eg tíverri svar skyldugur.


Hevur tú nøkur frítíðarítriv umframt tónleikin?
Eg fylgi við B36 og mær dámar væl telduspøl og konufólk.


Fylgir tu væl við í samfelagskjakinum?
Nú er nógv at gera hjá okkum fyri tíðina, men eg royni at fylgja við, millum annað við at fylgja við tíðindunum á portalinum, útvarpunum og bløðunum.


Gongur tú høgt upp í politikk?
Nei, tað geri eg ikki.


Tú ert vorðin sølumaður, hvussu dámar tær tað?
Tað er í veruleikanum eitt dreymastarv. Mær hevur altíð dámað væl at tosa við fólk, og nú havi eg veruliga møguleikan. Ikki bara at selja lýsingar, men eisini at ráðgewva fólki um, hvussu tey skulu lýsa. Eisini fái eg brúkt mín tónleikaliga kreativitet í ljóðlýsingunum. Eg haldi, at eg eri ein føddur sølumaður.


Verður tú innan somu vinnu um 10 ár?
Eg verið heilt vist innan søluvinnuna. Sølustarvið er bara eg.