- Mær dámar best at skera flak

- Onkutíð havi eg verið troytt, tá ov nógv arbeiði hevur verið, sigur Annelena Rasmussen úr Miðvági, sum hevur arbeitt sum flakakvinna í samfull 31 ár á sama virki. Nú umhugsar hon skjótt at gevast.

Miðvágur: - Tað var nógv meiri yvirtíð fyrr enn nú, sigur Annelena.
Tað eru kanska onkur, sum ikki dugir at skilja at nakar kann hava arbeitt á sama staði í samfull 31 ár.
Og so hevur hon enntá arbeitt sum flakakvinna á einum flakavirki. Ikki beinleiðis eitt arbeiði, sum man hugtaka so nógv ungfólk í dag.
Men fyri 67 ára gomlu Annelenu Rasmussen í Miðvági hevur hetta verið eitt lívsstarv. Og eitt gott starv:
- Jú, mær hevur dámt sera væl hetta arbeiðið. Hetta er eitt gott arbeiðspláss, og sera fitt arbeiðsfólk, sigur hon.
Annelena er enn til arbeiðis á Fiskavirking í Miðvági, men ætlar sær kortini ikki at arbeiða so leingi aftrat.

Heiðrað
Tá ein tosar um flakakvinnur, so er sum oftast talan um tvey sløg av arbeiðum - annaðhvørt skert tú fiskin ella tú arbeiðir í pakkingini.
Fyrr var hon við í skiftandi arbeiðum, men tey seinnu árini hevur hon flakaskorið fyri tað mesta.
- Tað er eisini tað, sum mær dámar best, sigur Annelena.
Hon er tó ikki tann einasta, sum hevur mong ár á baki innan flakavinnuna á landi við virkið í Miðvági.
Fyri nøkrum árum síðani var nevniliga ein samkoma á virkinum, fyri at heiðra seks av starvsfólkunum sum tá høvdu verið har í samfull 25 ár.
Umframt Annelenu vóru hesi fimm fólkini heiðrað henda dagin: Sofía Haraldsen úr Miðvági, Samson Gårdlykke úr Miðvági, Edith Simonsen úr Sandavági, Sigvald Hansen úr Miðvági og Paula Vilhelmsen úr Sandavági.
Við hesa samkomuna vórðu starvsfólkini boðin til ein drekkamunn. Borðreitt varð við lagkøkum, og hesi seks fólkini fingu kurvar við blómum og eina smúkku frá virkinum.<
Hóast Annelena hevur verið nógv ár á virkinum, so er kortini ein kvinna, sum hevur munin á henni. Tað er Jona Samuelsen sum byrjaði nøkur ár undan Annelenu.

8 tíma dagur
Sum nevnt er stórur munur á flakaarbeiði í dag og fyri 31 árum síðani.
Ein munur, sambært Annelenu er, at fyrr vóru arbeiðsdagarnir longri.
- Tá var meiri yvirtíð, men í dag er tað fyri tað mesta talan um átta tímar dag, sigur hon.
Hetta forðaði henni ikki í at halda fast við arbeiðið, hóast børnini vóru smá  og eingin barnagarður var at lata børnini í, meðan hon var til arbeiðis.
- Men hetta gekk eisini, sigur hon.

Gevast
Nú árini eru vorðin so mong, er Annelena so smátt farin at hugsa um at gevast at arbeiða á virkinum.
- Nei, eg komi ikki at arbeiða so øgiliga leingi aftrat.
- Eg hugsi faktiskt um møguliga at gevast á jólum, sigur hon.
Hon gerst eitt sindur meiri tigandi. Hyggur út gjøgnum vindeygað í tann regntunga hósdagin.
- Starvsfólkini hava verið øgiliga fitt. Men nú eru fá eftir av teimum, sum vóru tá eg byrjaði her, sigur hon.

úsund ferðir oman trappurnar
Tá Annelena Rasmussen á sinni byrjaði sum flakakvinna á virkinum í heimbygdini, so var útgerðin ikki so nútímans sum hon er tað í dag.
Í byrjanini av sjeyti-árunum arbeiddu tey øll møgulig sløg av fiski undan á virkinum. Her kundi eisini vera talan um brosmu, longu og kongafisk.
- Men í dag er nógv broytt. Nú arbeiða vit mest við hýsuni, sigur Annelena.
Henda hósdagin í farnu viku hevur hon fingið sær frí eina lítla løtu uppundir døgurða fyri at hitta umboðini fyri tíðindatænastuna.
Tíðin gongur skjótt og nú hoyrist ein klokka onkustaðni aftanfyri okkum. Fólk sæst á gongini, tí nú er døgurðatími.
Annelena fer eisini oman trappur, eins og hon hevur gjørt tað fleiri túsund ferðir áður...