Flutningur
Vestmanna:?Tá eg skal vera heilt erligur, so dámar mær tað einki, sigur Alfred Olsen, sum er farin at flyta fólk um Vestmannasund, nú strandfaraskipið Ternan er rakt av verkfalli.
Spurningurin er einfaldur. Hvussu tað kennist at vera verkfalsbrótari soleiðis, tá ein tekur upp arbeiði, sum aðrir hava lagt niður í lønarstríði.
?Eg má siga heilt erliga, at eg haldi tað vera skeivt. Men hinvegin vil eg heldur ikki bara standa og hyggja at, meðan aðrir sigla, sigur Alfred Olsen í Vestmanna, sum er farin at flyta fólk og post um Vestmannasund við gamla deksbátinum Ólavi.
Alfred er kendur á leiðini. Hann sigldi við Ólavi um Vestmannasund í 20 ár frá 1945 til 1965, tá hann fekk bilferjuna Bragd.
Síðan átti hann Sam - tveir vóru teir - áðrenn Strandferðslan yvirtók hann, og Alfred fór aðrastaðni at sigla.
Ólavur hevur eisini verið aðrastaðni enn um Vestmannasund, við ferðafólki, veit Alfred at siga frá. Hann plagdi fyrr at loysa onnur Strandfaraskip av, og hevur verið runt landið.
?At kalla allar oyggjarnar hevur hann vitja, greiðir Alfred Olsen frá.
Nú rógva teir dalgiga út báðir, Alfred og Ólavur. Báturin varð umvældur fyri stuttum og hevur tískil nakað at skula forsvara.
?So tað er eyðsæð, at ein roynir at vera við har, nakað er, sigur Alfred Olsen, fólkaflutningsveteranur úr Vestmanna.