- Hvat er serligt við at vera málari?
- Mær hevur altíð dámað væl at mála. Og tað geri eg framvegis, hóast eg verði útlærdur um tveir mánaðir. Í løtuni mála vit á Hotel Tórshavn, men hava eisini málað í barnagarðinum á Velbastað.
- Hvat gert tú í frítíðini?
- Eg brúki næstan alla mína frítíð uppá road-racing við motorsúkklu. Vit fáa ikki vant í Føroyum, men eru við til kappingar í øðrum londum. Í næstu viku fara eg og tríggir aðrir til Danmarksmeistaraheitið, sum verður hildið í Djurslandi.
- Hvat heldur tú um føroyska veðrið?
- Veðrið kundi verið betri. Men í okkara arbeiði munnu vit kortini skiftast um at mála úti ella inni, alt eftir sum veðrið er.
- Hvørjum heldur tú við í fótbólti?
- Eg haldi við HB. Eg hopi at teir gerast Føroyameistarar í ár. Eg spældi við HB fyrr, men hyggi ikki so ofta eftir teimum longur. Eg gleðist tó um, tá teir vinna.
- Hvørjum vilt tú heilsa?
- Vinum og kenningum.