Tað var ikki nøkur løtt avgerð, tá Aimé Jacobsen skuldi taka støðu til, um hon skuldi lata seg stilla upp aftur á kommunuvalinum, sum nú stundar til. Hon varð vald í bygdaráðið í Sørvágs kommunu í 2016. Tveir listar vóru til valið og listin, har hon var á, gjørdist hin størri. - Tað var meira av tilvild, at eg kom aftur á listan til kommunuvalið í 2016. Eg var uppstillað til kommunuvalið í 2012, men kom ikki inn. Síðan var eg á javnaðarlistanum til løgtingsvalið í 2015, har eg fekk 64 atkvøður.
Á kommunuvalinum í 2016 fekk Aimé Jacobsen 61 atkvøður. Hon gjørdist fyrst vald á lista A og fekk tískil møguleikan at gerast borgarstjóri. Aimé Jacobsen hevði ikki ætlað sær á listan í 2016, men hevði sagt við fólk, sum skipaðu fyri, at hon kundi vera við, um teimum vantaðu valevni. - Sjálvandi gjørdist eg ovfarin og fegin, tá eg gjørdist fyrst vald á listanum og fekk høvi at gerast borgarstjóri í Sørvágs kommunu.
Men, í dag er hon avgjørd um, at hetta verður hennara einasta og seinasta seta sum kommunustýrislimur og borgarstjóri í hesum umfari, nú hon hevur valt ikki at stilla uppaftur. - At koma í bygdaráðið og gerast borgarstjóri beinanvegin, var sjálvandi ein spennandi avbjóðing og stór uppgáva.
Aimé Jacobsen vísir á, at Sørvágs kommuna hevur eina lutfalsliga lítla, men góða umsiting. Í umsitingini eru trý fólk, sum øll hava verið leingi í starvi hjá kommununi, og haraftrat er so borgarstjórin. - Nú skeiðið nærkast endanum, heldur onkur, at tað hevði verið lættari hjá mær at hildið fram, nú einki er fremmant longur. Men, eg havi tikið mína avgerð, og hon verður ikki broytt. Eg eri glað fyri tíðina í bygdaráðnum, sum hevur verið góð, spennandi og lærurík.
Hon sigur, at umsitingin eisini hevur dugnað henni væl.
- Vit hava havt tað ordiliga gott saman hesi ár, og tey siga seg harmast um, at eg ikki stilli uppaftur, sigur borgarstjórin.
Aimé Jacobsen, sum er 60 ára gomul, uppvaksin og gift í Sørvági, hevur starvast sum fólkaskúlalærari við Sørvágs skúla heilt síðan 1986 - við undantaki av trimum árum í Sjóvinnustýrinum. - Eftir árini í Sjóvinnustýrinum fór eg aftur í lærarastarvið, og mær hevur dámt væl at starvast sum lærari. Nú fari eg at taka tað, sum tað kemur, og mær nýtist ikki at skræða meg sundur, sum hon brosandi tekur til.
Aimé Jacobsen hevur eisini tikið eina útbúgving sum kandidatur í námsfrøðiligari sálarfrøði, og hon tók hesa útbúgving, meðan hon var í starvi sum lærari við niðursettari tíð.
Hetta er ein eftirútbúgving, ið partvís hevur verið skipað sum fjarlestur við tilknýti til Århus Universitet. Soleiðis hevur hon eisini verið í Århus av og á í samband við útbúgvingina. - Eg havi leingi havt áhuga fyri námsfrøðiligari sálarfrøði, og lærdómur er lættur at bera. Hetta er gott at hava í skjáttuni, men nú ætli eg mær ikki at lesa víðari, leggur hon aftrat.
Aimé Jacobsen vil í løtuni ikki siga, um hon endar í skúlanum aftur, tá tíðin sum borgarstjórin er lokin hin 1. januar 2021. - Í løtuni er eingin avgerð tikin um, hvussu verður fram eftir, men tað verður í øllum førum okkurt, sum tíðin gongur, leggur borgarstjórin aftrat.