Maersk Line hevur bílagt tíggju nýbygningar frá Daewoo-skipasmiðjuni í Suðurkorea. Sambært Reuters er talan um heimsins størstu bingjuskip, og hvørt skip fer at taka 18.000 20-føtur bingjur.
Reuters veit eisini at siga frá keldum í Maersk, at tað danska reiðaríið rinda 11 milliardir krónur fyri tey tíggju skipini. Harafturat er felagið í samráðingum við skipasmiðjuna um at byggja tíggju skip afturat fyri sama prís.
-Sáttmálin um tey fyrstu tíggju skipini er undirskrivaður, og partarnir skulu bara avgreiða nakrar smálutir, áðrenn sáttmálin verður almannakunngjørdur í næstu viku, skrivar Reuters. Sagt verður, at Tim Smith, sum er stjóri hjá Maersk Line fyri norðara part av Asia, skal hava tíðindafund í Hongkong mánadagin.