A. P. Møller – Mærsk verður nú býtt sundur í tvær deildir. Onnur deildin skal hava við flutningsvirksemi at gera, og hin deildin skal arbeiða við orkupartinum.
Hetta boðar A. P. Møller – Mærsk frá í einari fráboðan til partabrævamarknaðin.
APM Terminals, Maersk Line, Svitzer, Maersk Container Industry og Dambo verður løgd saman í flutningsdeildina, og Maersk Oil, Maersk Drilling, Maersk Tankers og Maersk Supply Services verða løgd saman í orkudeildina.
Samstundis sum bygnaðarbroytingarnar verða gjørdar, eru tríggir av stjórunum í konsernini uppsagdir. Fíggjarstórin Tron Westlie, Maersk Oil stjórin Jakob Thomasen og APM Terminals stjórin Kim Fejfer skulu finna sær nýggj arbeiði.
Frameftir verða Jakob Stausholm, Søren Skou og Claus Hemmingsen stjórar í Maersk feløgunum.
- Tær vinnur, sum vit fáast við, eru sera ymiskar og hava ymiskar marknaðartreytir at arbeiða undir. Við at býta okkara virksemi upp í flutnings- og orkufeløg verða báðar deildirnar betri førar fyri at fokusera upp á sínar marknaðir, sigur Michael Pram Rasmussen, nevndarformaður í A. P. Møller – Mærsk.