Maersk Oil hevur funnið gass á Culzean-leiðini úti fyri skotsku eysturstrondini. Brunnurin, sum Maersk Oil hevur funnið, er á umleið 4,5 kilometra dýpi. Maersk hevur kannað, hvat kann fáast burtur úr brunninum, men felagið hevur gjørt avtalu við síni samstarvsfeløg um at gera eina kanning afturat. Úrslitið verður ætlandi greitt í summar, og so er ætlanin at bora ein brunn afturat, sigur DR.
Maersk Oil er operatørur á Culzean-leiðini og eigur 49,99 prosent av loyvinum. Hini feløgini eru JX Nippon UK, Eni UK og BP.