Mærsk Mc-Kinney Møller til Føroya

Ein tann mest umtalaði, mest umstríddi og haraftrat mest múgvandi maðurin í Danmark kemur á vitjan í Føroyum í komandi viku. Maðurin er eingin minni enn Mærsk Mc-Kinney Møller, sum eigur stóru AP Møller konsernina umframt nógvar aðrar fyritøkur í Danmark og í útheiminum.

-Hann hevur havt eitt ynski um at vitja í Føroyum, og nú skal tað so vera sigur Lars Larsen, umboðsmaður fyri Mærsk Air í Føroyum og stjóri á Flogfelag Føroya. Tað er Lars, sum stendur fyri fyrireikingunum av vitjanini. Sjálvur vónar hann, at Mærsk Mc-Kinney Møller fer at kenna seg væl í Føroyum og at veðrið verður honum til vildar. Talan er nevniliga um at vitja ymsastaðni í Føroyum. Neyvan finst nøkur donsk fyritøka, sum so nógvir føroyingar hava arbeitt og arbeiða hjá sum AP Møller. Túsundstals føroyingar hava stóran part av hesi øldini havt eitt ella annað tilknýti til fyritøkuna hjá Mærsk Mc-Kinney Møller, og tí man vitjanin eisini hava áhuga millum mangar føroyingar. At føroysk vinnulívsfólk og politikarar helst eisini síggja hesa fyrstu vitjanina hjá tí mæta AP Møller manninum sum áhugaverd er neyvan nakar ivi um heldur.

Hesin danski stórvinnulívsmaðurin kemur til Vágarnar týsdagin 15. juni - við flogfarinum hjá Mærsk Air. Eftir ein rundtúr kring oynna verður farið til Havnar, har Mærsk Mc-Kinney Møller m.a. skal vitja á Sjómansskúlanum og á Maskinmeistaraskúlanum. Tað verður so eisini høvi hjá honum at støkka inn á gólvið í Tinganesi og har m.a. hitta Anfinn Kallsberg, løgmann.

Eisini verður vitjað ymsa staðni í Havnini. Høvi verður so eisini at fara ein siglitúr. Áðrenn farið verður aftur til Danmarkar hósdagin verður farið við tyrluni til Tvøroyrar, har býráðsformaðurin er vertur. Um vitjað verður á Drellnesi, nú eitt av dótturfeløgunum hjá AP Møller samtakinum hevur ætlanir um at samstarva við føroyingar um eina oljuútgerðarhavn, sigur søgan enn einki um.

Uppá fyrispurning um henda vitjanin hevur nakað við ætlanir hjá AP Møller konsernini at luttaka í eini komandi føroyskari oljuvinnu at gera, og nú vitjanin eisini er beint í kjalarvørrinum á undirskrivingini av marknaavtaluni millum Føroyar og Bretland, sigur Lars Larsen einki vita um tað. Mærsk Mc-Kinney Møller kemur fyrst og fremst til Føroya sum vanligur ferðamaður. Hann er 84 ára gamal og hevur ongantíð vitjað í Føroyum áður. So nú skal tað vera.

Við í ferðalagnum er eisini Troels Dilling, sum er ein av gomlu oddamonnunum í AP Møller reiðaríinum. Hann hevur havt rættiliga nógv samband við føroyingar og hevur vitjað her áður. Haraftrat er Lars-Erik Brenøe, skrivari við í ferðalagnum.