Mærsk-skip bjargaði 113 flóttafólkum

Bingjuskipið Alexander Mærsk hjá danska reiðarínum Mærsk bjargaði í gjáramorgun 113 flóttafólkum, ið vóru stødd umborð einum báti sunnanfyri italsku strondina. Tað skrivar Ritzau tíðindastovan.


Mikkel Elbek Linnet, ið talsmaður hjá Mærsk, upplýsir at bingjuskipið skifti kós, tá ið teir fingu eitt neyðhjálp.
Talsmaðurin kann tó ikki upplýsa hvussu flóttafólkini blivu bjargað ella nær skipið fekk boðini. Tað verður heldur ikki upplýst hvat slag av báti, ið flóttafólkini vóru umborð.


Sambært Danmark Radio, so hava flóttafólkini tað gott og er skipið í løtuni uttanfyri italska býin Pocella, har tey bíða eftir nærri boðum, um hvat næsta stig verður.