VIÐ MÚRIN
Rólant Waag Dam
Klokkan fýra í gjár skuldi fyrsti bólkurin, fara á pall við Múrin í Kirkjubø í gjár. Hetta hendi ikki fyrr enn klokkan var farin av fimm, tá 3st fór á lítla pall. Á midnátt skuldi stóra navnið Trentemøller fara á pall. Hóast skráin var seinkað ein góðan tíma frá byrjan, var klokkan ikki nógvar minuttir yvir midnátt, tá danin við house- og elektronisku rútmunum, sum tað seinasta navnið, byrjaði.
Harvið koyrdi tað bara, tá fyrireikararnir høvdu fingið glið á. Orsøkin til seinkingina var, at sjálvur pallurin var komin so seint til Føroya, og at hann tískil ikki var klárur til tíðina.
Stórt festivaløki
Til teirra, sum ikki hava vitjað við Múrin, er tað at siga, at talan er um eitt ógvuliga stórt festivaløki, har tjaldingarplássi liggur beint upp at. Harvið hava gestirnir eina rúgvu av fermetrum at breiða seg á, og tað er deiligt. Um tú ynskir at standa væl og kortini hava gott sýni til pallin, ber hetta betur til enn á nøkrum øðrum festivali í Føroyum.
Stóra plássið ger eisini, at tað er ógvuliga ilt at meta um, hvussu nógvir gestir vitjaðu festivalin í gjár. Eingin ivi er tó um, at talan var um fleiri túsund gestir. Hetta sást til konsertina hjá MC-Hár og tá Tiesto spældi.
Børnini sleppa upp í part
Dagurin í gjár var einamest ætlaður teimum, sum dámdu tónleik. Børn og barnafamiljur sóust eisini fleiri staðni, men tað verður ikki fyrr enn í dag, at børnini sleppa upp í part, tá Gyklaralandið opnar.
Enn verður arbeitt
Hóast góða byrjan, er ikki alt, sum var komið upp á pláss í gjár. Enn varð arbeitt á fleiri frontum. Millum annað stóð sokallaða pressutjaldið tómt. Har var einki. Einki borð, eingin streymur og einki internet.
Tá fyrireikararnir standa fyri einum slíkum tiltaki fyri fyrstu ferð, eru sjálvsagt onkrar barnasjúkur. Hetta máttu fjølmiðlarnir líða undir í gjár, og av tí sama var tað millum lítið og einki, ið kom á Portalin.