Heilsa
Hvør hevði væntað, at ein lítil mús kann goyma loyndarmálið um aldurdómin?
Ein kanning vísir nú, at eitt serstakt hormon, sum granskarar hava funnið í eini mús, kann leingja um lívið hjá músini við 30%.
Granskarar vóna, at kanningin eisini kann nýtast til menniskju og soleiðis halda aftur sjúkum, sum standast av elli.
Hormonið, sum talan er um, er vanligt í súgdjórum og eisini í menniskjum og kann sambært granskarum leingja um lívið.
- Nýggja vitanin fyllur út "holini" í tí putlispæli, sum er loyndarmálið aftanfyri aldurdómin, sigur amerikumaðurin, L. Stephen Coles, sum starvast á UCLA School of Medicine, við Washington Post.
Kanningin tekur útgangsstøðið í eini granskingarætlan, sum varð sett á kjøl í 1997, har granskarin, Makoto Kuro, staðfesti sonevnda hormonið, "klotho-gen", í mús. Kuro kom eftir, at tá ið hetta hormonið verður oyðilagt, eldist músin skjótari og doyr fyrri.
Í nýggju kanningini vendi Makoto Kuru stutt sagt mannagongdini á "høvdið". Við at geva mýsnum fleiri klotho-gen, gjørdust tær nú 20-30% eldri.
Granskarar leggja dent á, at nógv ár fara at ganga, áðrenn sigast kann við vissu, um royndirnar við mýsnum kunnu "flytast" yvir á menniskju.
Roknast kann tó ikki við, at æviga lívið er í ljósmála. Í fyrsta lagi vóna granskarar, at ílegan kann nýtast í stríðnum móti sjúkum, sum standast av ellini.
- Men hetta er eitt stig á leiðini fram imóti einum betri aldurdómi og einum longri lívi, sigur Anna Mc Cormick, sum starvast á The National Institute of Aging, við Washington Post.