Mása og Gutti Kallsberg 70 ár

22. og 24. oktober fylla Mása og Gutti Kallsberg á Viðareiði 70 ár.

Gutti er klaksvíkingur og Mása er ættað úr Vági. Sum ung vóru tey virkin ítróttarfólk, hann spældi við KÍ í mong ár, og hon
spældi hondbólt við VB í fleiri ár.
 
Tey vóru ung, tá tey fóru til Danmarkar at ganga í skúla. Í 1960 fluttu tey til Klaksvíkar og giftust í 1961. Tey eiga trý
børn: Karin, sum býr í Vági, og Gunnar og Elsebeth, sum bæði búgva í Klaksvík. Barnabørnini eru 9 í tali.
 
Í 1973 flutti familjan til Viðareiðis at búgva. Gutti arbeiddi hjá J.F. Kjølbro í 27 ár. Síðan fór hann til skips.
 
Í 18 ár sigldi hann sum kokkur við tangabátinum Magn hjá Føroya Shell, til hann gavst fyri einum ári síðani.
 
Mása hevur arbeitt í nógv ár á flakavirkinum Kósini. Tey seinastu árini arbeiddi hon á Norðfisk í Árnafirði til virkið har
lat aftur.
 
Føðingardagarnir verða hildnir hjá dóttrini í Klaksvík leygardagin 22. oktober.
 
Vit ynskja teimum tillukku.
 
Børnini