Leygardagin 31. juli fylti mamma okkara Mása Tróndheim 80 ár.
Mamma er dóttir Gertrud og Ísak Justinussen úr Árnafirði. Tey áttu trý børn umframt mammu: Annu, Torleif og Ingrid. Longu meðan mamma var lítil smágenta, bleiv omma sjúk av tuberklum og mátti leggjast inn á Sanatoriið. Meðan omma lá á sanatoriinum, var mamma í heiminum hjá abba sínum Jóannesi á Heygnum í Klaksvík. Tá mamma var um 5 ára gomul, doyði omma, og mamma bleiv tá verandi í Klaksvík. Hon kom at vaksa upp hjá mostur síni Marit, sum giftist við Reinhold Jacobsen úr Fuglafirði. Har vaks hon upp saman við Davis, Gerdu og Bergur. Mamma hevur havt tætt samband við øll síni systkin, bæði síni samsystkin og tey, hon kom at vaksa upp saman við.
Sum ung fór mamma fyrst út at tæna, og síðani fór hon at arbeiða í handlinum á Stongunum. Har arbeiddi hon, til hon giftist í 1950. Hetta er ein tíð, sum mamma ofta tosar um og minnist aftur á við gleði.
Mamma kom heilt ung at kenna babba – Jógvan Tróndheim, og tey giftust og búsettust í Klaksvík. Ta fyrstu tíðina búðu tey í kjallaranum hjá Ingrid, systir mammu, og Jákup Eli, og seinni bygdu tey eina hædd upp á húsini hjá Lisu og Eliseusi, sum babba vaks upp hjá.
Tá tey giftust, gavst mamma at arbeiða úti, og hevur hon alt síðani tá lagt sína orku í at skapa eitt gott heim fyri mann og børn. Tá vit børnini vóru vaksin, plagdi hon onkuntíð at landa, og tað dámdi henni sera væl. Vit eru fýra systkin, Gerhard, sum er giftur við Dagny, Elfinn, sum er giftur við Unn, Maria, sum er gift við Jógvani, og Eileen. Mamma og babba eiga eisini 10 barnabørn og 4 langommu- og langabbabørn.
Mamma og babba hava givið okkum systkjununum ein góðan og tryggan uppvøkstur. Mamma vildi helst vera heima og fjálga um okkum. Mangan vóru pannukøkur ella nýbakaðir bollar á borðinum, tá vit komu heim úr skúlanum.
Hon og babba hava havt sítt andaliga heim í samkomuni í Betesda. Har hevur teirra partur ikki ligið eftir. Tey hava eisini á tí andaliga økinum givið okkum eina góða barlast.
Mammu dámar sera væl at vera saman við fólki, og hon fylgir væl við, hvat gongur fyri seg rundan um hana. Hon veit um hvønn bát, sum kemur til bygdina, og hvussu gongur við fiskarínum. Hon er eisini farin at fylgja væl við ítróttinum. Hon kennir væl fólk og minnist væl til. Tá vit sita og tosa um okkurt, og vit ivast nær okkurt hendi, so veit mamma ofta bæði dato og árstal. Ofta tekur hon til, at tað var sama dag sum hann ella hann var føddur.
Mamma og babba eru framvegis nokkso røsk. Mamma hevur ringa sjón og kemur tí ikki so nógv út longur, men teimum dámar væl, at onkur kemur inn á gólvið.
Góða mamma! Vit ynskja tær hjartaliga til lukku við føðingardegnum og ynskja tær eitt blítt lívskvøld saman við babba. Takk fyri alt tað, tit hava verið fyri okkum.
80 ára føðingardagurin var hildin saman við børnum, ommu - og langommubørnum.
--------
Børnini