Móses vil hava ávaringar á Porno

- Um tú lesur hetta blað, fer tað at forða tær í at fáa felagsskap við Jesus og tað æviga lívið! og aðrar tílíkar tekstir ynskir Móses Hansen prentaðar á alt pornotilfar.


Hetta vikuskiftið er Sex og Erotikmessa í Forum í Keypmannahavn. Á hvørjum ári vitja túsundavís av dønum hesa messu, ið setur fokus á kynslívið. Men líka víst, sum at messan er á hvørjum ári, er tað at prætikumaðurin Móses Hansen stendur uttanfyri dyrnar á Forum og mótmælir. Móses dugur væl at marknaðarføra seg sjálvan, og í ár er einki undantak.
Móses, ið áður hevur vitjað í Føroyum í sambandi við krossferð sína, sigur í  dag við donsku kynslívsheimasíðuna side6.dk, at hann vil hava ávaringar á porno tilfar eins og teirri skipanini, ið vit kenna frá sigarettpakkum.
Hann skjýtur upp, at man t.d. kann skriva:
- Hyggur tú at hesum filmi, verður tú smittaðar av einum sataniskum anda!
ella
- Um tú lesur hetta blað, fer tað at forða tær í at fáa felagsskap við Jesus og tað æviga lívið!
Hann heldur somuleiðis, at bakmenninir handan pornoídnaðin eru størri bølmenni enn drápsmaðurin Peter Lundin, ið drap damu sína og hennara synir.
- Um Lundin skal í fongsil alla æðu sína fyri at drepa og partera ein móður og hennara tveir synir, so skulu allir bakmenninir handan pornoídnaðin eisini í fongsil alla ævu sína, og eg meini alla ævu sína. Tí teir slakta og partera nógv fleiri menniskju, sigur Moses við Side6.dk.