? Tað er ikki ein Suðuroyingur, sum er nøgdur við tað loysn, sum er fingin á suðuroyarsiglingini ímeðan Smyril er í dokk.
Tað heldur Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági.
Og hann leggur afturat: teir hava fullan rætt til at vera ónøgdir.
Hann sigur, at av tí at Claymore bara tekur helvtina av teimum bilum, sum Smyril tekur, er tað heilt eyðsæð, at hann kemur ikki at nøkta tørvin, tí Smyril er fullur, hvønn einasta túr.
Tørvurin á flutningi økist í hvørjum, bæði til farm og til fólk, og eftir gongdini, sum hevur verið, kemur ikki uppá tal, at hann nøktar tørvin.
Hann sigur, at hann trúði ongantíð, at tað fór at blíva so galið, sum tað er blivið.
?Eg havi altíð trúð, at ein hampilig loysn varð funnin, men nú mugu vit so ásanna, at so varð ikki.
Jógvan Krosslá sigur, at tað minsta, sum kundi verðið gjørt, tað var, at Claymore sigldi alt samdøgurið.
? So hevði hann siglt tríggjar ferðir um samdøgurið, og so hevði tað verið tætt upp ímóti, at hann nøktaði tørvin.
Hann heldur, at sigldi hann tríggjar ferðir, kundi náttartúrurin í mesta mun verið farmatúrur, men hetta hevði so gjørt tað nógv liviligari umborð um dagin og givið nógv betri pláss til persónbilar um dagin.
Hann veit, at hetta hevði kravt tvær manningar.
? Men hetta er nakað, sum má gerast.
Og hann heldur, at var viljin til staðar, bar tað eisini til, tí Claymore var bíligur at leiga. Annars heldur hann, at skipið er helst róligt at sigla við, tí tað er breitt og hevur stabilisatorar.