Músin ljóðblandaði

Nýggja fløgan hjá Eyðuni og Terja er ljóðblandað við Pro Tools, sum er nýggja trendið innan ljóðblanding. Alt arbeiðið fer fram á teldu

Eyðun Klakkstein


Menningin av tónleikatøknifrøði skapar støðugt nýggjar møguleikar ? og trupulleikar.

Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen hava gjørt nyttu av nógvum av hesum møguleikum undir arbeiðnum við teirra nýggju fløgu, sum kom út fyri kortum.

Terji Rasmussen hevur fingið sær útgerð at taka upp við, og fyrsti parturin av fløguni varð gjørdur í heimastudionum hjá Terja. Seinni var farið í Studio Pegasus í Klaksvík, og seinasta arbeiðið varð gjørt í Playground í Keypmannahavn.

? Nýggja tøknifrøðin gevur nógvar nýggjar møguleikar, men hon skapar eisini trupulleikar. Nú verður allur tónleikurin ikki longur tikin upp á eitt band, sum vanlig var fyrr. Nú verður tónleikurin settur saman á ymiskum upptøkutólum og liggur spjaddur á ymiskum miðlum sum eitt-tøl og null-tøl, og tað kann við hvørt arga, tá alt skal passa sam-an, sigur Eyðun Nolsøe.

? Teknikkur kann verða líka irriterandi, sum hann er hjálpsamur. Vit hava brúkt nógva tíð til at fáa alt tað tekniska at rigga undir upptøkunum. Og eg kann bara siga, at eg havi lært eina rúgvu av hesum arbeiðnum, sigur Terji Rasmussen.


Músin stýrdi ljóðinum

Eftir at upptøkurnar vóru lidnar, fekk danin Flemming Hansson litið upp í hendurnar at ljóðblanda tónleikin, og tað gjørdi hann við nýggja stjørnuskotinum, tá tað snýr seg um ljóðblanding.

Hann gjørdi alt arbeiðið á teldu við forritinum Pro Tools, sum er nýggja trendið innan editering.

Frá byrjan til endan var tað músin, sum stýrdi ljóðblandingini á telduni.

? Pro Tools er eitt spennandi forrit, sum gevur ómetaliga nógvar møguleikar. Nakrir av teimum hava vit eisini gjørt okkum dælt av, sigur Eyðun Nolsøe.

Fløgan hjá Eyðuni og Terja er tann fyrsta føroyska, sum verður ljóðblandað við forritinum Pro Tools, og tað hoyrist aftur.

Onkrastaðni hava røddirnar fingið serligt ljóð, og aðrastaðni er tað tónleikurin, sum er merktur av forritinum.