Hóskvøldið 8. november verður eitt av teimum vælumtóktu mótakvøldunum í Runavík.
Mótakvøldið verður hesuferð hildið í hølunum hjá kappróðrarfelagnum NSÍ, og byrjað verður klokkan 19.30.
Handlarnir, ið eru við eru: Shop-in, Shari, Hygg Inn, Orkis, Jungman, Hjá Sannu, Jallur, Chic, Fotomiðstøðin og Deild C.
Meðan mótasýningin er, verður borðreitt við croissant v/salat, smákøkum, umframt kaffi og te.
Tá mótasýningin er liðug hava luttakandi handlar opið til klokkan 24.00.
Kostnaðurin fyri alt kvøldið er 100 krónur.
Atgongumerki eru til keyps í Kiosk Vár, Statoil í Saltangará og á Kunningarstovuni í Saltangará frá 1. november.