Dávid Isfeld, Hósvík
--------
Í februar var kjak um danskt í HF- og studentaskúlunum, og var dentur lagdur á frá fleiri persónum um at hava danskt á hesum skúlum, tí at tað var alneyðugt, um næmingarnir í hesum skúlum høvdu ætlanir um hægri lesnað - sjálvsagt sipandi til lesnað í Danmark.
Fyrst av øllum vil eg siga, at tað er eingin orsøk til at skúla okkara miðnámsskúlanæmingar til at fara á donsk universitet ella aðrar hægri læristovnar í Danmark. Vit skulu skúla okkara næmingar til at kunna fara á hægri læristovnar í Føroyum og í útlondum, uttan serstakt atlit til Danmark - kann ein koma inn í altjóða lærustovnar, kann ein eisini koma inn í danskar lærustovnar.
Tað hevur undrað meg at hoyrt fólk siga, at tað er neyðugt at duga væl danskt, um ein ætlar sær at lesa víðari í Danmark. Hetta passar ikki heilt. Tað kann vera, at tað er ein fyrimunur í nøkrum útbúgvingum, men langt frá øllum. Nú havi eg sjálvur lisið á “Københavns universitet”, havi ein bróður, sum hevur lisið søgu og átrúnað har, eisini havi eg vinir, ið hava lisið har og á “Teologiske institut”, so eg havi sæð lærubøkurnar, ið verða nýttar til undirvísingina í nógvum lærugreinum. T.d. kunnu nevnast: alisfrøði, søga, heimspeki, mannfrøði, gudfrøði, sálarfrøði og samfelagsfrøði. Í hesum lærugreinum er stórur partur, og í nøkrum førum meginparturin, av undirvísingartilfarinum á enskum. Føroyingar duga heilt væl danskt, tá ið teir koma út úr fólkaskúlanum, so tað er burturspilt tíð, orka og pengar, at leggja dent á danskt í miðnámsskúlunum.
Danskt á A-støði
Vit hava m.a. hoyrt, at ætlanin er, at HF- og studentaskúlanæmingar skulu hava A-støði í donskum. Á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum undir “Endurskoðan av gymnasialu útbúgvingunum” stendur: “Upptøkukrøvini til hægri útbúgvingar í Danmark verða frá 2008 herd soleiðis, at allir næmingar í minsta lagi skulu hava danskt A og enskt B.”
Undir somu yvirskrift “Krøvini frá hægri lærustovnum” stendur eitt sindur longur niðri: “Norðurlendska samstarvið skal framhaldandi verða raðfest høgt, men strembað eigur at verða eftir, at Føroyar skjótast til ber verða partur av rammuætlanunum hjá ES innan útbúgving.” So stendur ein spurin; hvussu sær ein rammuætlan hjá ES út? Eitt kvalifisera git er, at danskt ikki er uppi í tí rammuætlanini fyri lond uttan fyri Danmark. Ber tað ikki til at gera eina skilagóða langtíðarætlan viðvíkjandi undirvísingarskipanini í Føroyum? Um ES skal upp í leikin síggi eg als onga orsøk til at fjeppast uppi í Danmark ella donskum. Hetta líkist mest eina politiska tilætlaðari einsrættan av okkara vali, um hvar vit fara at lesa. Hví vilja okkara politikarar hava okkum at velja Danmark framum onnur lond at nema okkum hægri lesnað – tað er jú tað, okkara mentamálaráðharri arbeiðir fram ímóti.
Áhugavert var at síggja hetta brot í somu leinkju:
Bertel Haarder, úr framløguni á ráðstevnuni 17. februar í 2006
"Det talte ord gælder" (red.)
”Her vil jeg gerne understrege, at jeg ikke vil pege på en bestemt løsning for den model, I beslutter jer for på Færøerne. Færøske elevers studiekompetence i Danmark er ikke betinget af, at jeres uddannelsesstruktur er et spejl af den danske model.” (eg havi sjálvur sett undirstriku)
Norðurlendingar á donsk universitet
Íslendingar, noregsmenn og sviar hava ikki ein tvungnan tíma av donskum í fólkaskúlanum ella í miðnámsskúlanum. Hví skulu vit, sum hava havt danskt í 8 ár í fólkaskúlanum, hava tvungið danskt í miðnámsskúlanum eisini. Hetta kostar nógvar pengar, eins og tað krevur tíð hjá lærarum og krevur høli til hesa undirvísing, hvørs tíð og høli annars kundi verið nýtt til okkurt meira týdningarmikið, ið gevur persónligar ella altjóða relevantar førleikar. Av tí at danskt er á rættiliga høgum støði á miðnámsskúlanum, er tað eisini sera lesitungt og tíðarkrevjandi fyri næmingarnar; tískil var nógv betur, um vit nýttu hesa lesnaðar orku og tilfeingi øðrvísi og meira relevant.
Hví ikki avmarka danskt til eina vallærugrein í miðnámsskúlanum? So fáa tey, ið vilja hava danskt, alla ta undirvísing teimum tørva, uttan at lasta teir næmingar, ið ikki hava tørv á donskum. Vit skulu skúla okkara miðnámsskúlanæmingar til hægri lesnað generelt; og ikki bert við atlitið til hægri danskar lærustovnar.
Læknin sigur: et fjøltáttaðan mat, tí at tað er tað sunnasta. Sum eina analogi til hetta, vil eg siga: Nemið tykkum vitan og útbúgving í fjøltáttaðum tjóðum, tí tað er tað sunnasta fyri samfelagið. Flest fólk eru samd um, at fjøltáttaðar royndir og breið vitan er góð...er tað neyðugt at siga meira?