Mótasýning í Runavík

Hetta er júst tíðin, har tann nýggi vetrarmótin verður vístur fram, og týskvøldið var Runavíkar Sjómansheim karmur um eina slíkt tiltak.

Umleið 170 fólk vórðu samlað til eitt væl fyriskipað og stuttligt mótakvøld í Runavík týskvøldið. Her var ikki bert talan um eysturoyingar, tí t.d. kom ein bussur fullur av konufólki eisini úr Vestmanna. Viðmerkjast skal tó, at tað var ringt at fáa eyga á nakað mannfólk, tí hesir kundu teljast á einari hond hetta kvøldið.

Handlarnir, sum tóku lut í hesi mótasýning vórðu: Shop In, Shari, Fótprýði, Jallur, Hygg Inn, Jungmann, Hjá Sannu, Chic, Feðgar og Deild C. Harumframt hevði Orkis pyntað við bæði blómum og dekoratiónum, sum avgjørt gjørdi hølið hugnaligari.


Sangur og mótasýning

Tann unga Gøtudaman Eiðvør Pállsdóttir, sum vann Ársins Songrødd 1998, byrjaði kvøldið við sera góðum sangi. Hon framførdi so krevjandi sangir sum »Imagine« og »Summertime«, og ikki kann sigast annað enn at hon kom væl frá hesum uppgávum.

Síðani byrjaði sjálv mótasýningin, har tey nýggjastu barna-, damu- og harraklæðini vórðu víst fram.

Børnini vístu nógv fitt jólaklæðir, bæði til stás og vanligt brúk. Her kann nevnast at puntutar dreingjaskjúrtur, fínir gentukjólar og buksur við svej og lummum á síðuni, var tað sum oftast kom uppá pallin.

Bæði harra- og damumótin var pregaður av gráum og grønum litum, sum tó í fleiri førum vórðu settir saman við bláum og reyðbrúnum litum. Mannfólkið gekk í nógvum stílfullum klædningum, og hesi klæði vórðu ofta sett saman við tjúkkbotnaðum skóm av merkinum Caterpillar.

Tað sum sýndist at verða mest gjøgnumgangandi innan damumótan var, at man helst skal hava fleiri løg av klæðum uttaná hvørt annað fyri at fylgja mótanum. Um tú t.d. letur teg í buksur, er tað modernað at hava ein kjóla uttaná, og útyvir blusuna skalt tú hava ein topp ella báðar tveir.

Tað var heilt týðuligt, at áskoðararnir dámdu væl tann nýggja vetrarmótan, og Magni Poulsen, sum var konferencier, dugdi avbera væl at fáa lív í meðan mótasýningin var. Sjómansheimið borðreiddi við croissant og smákøkum, og hetta var eisini við til at gera mótakvøldið hugnaligari.

Aftaná mótasýningina høvdu allir handlarnir opið, soleiðis at møguleiki var fyri at hyggja nærri at teimum sýndu mótaklæðunum, og henda møguleika nýttu nógvir áskoðarar.


Miðdepil fyri menning

Samskipari av hesum tiltaki var Eysturoyar Kunningarstova, og tey eru væl nøgd við mótakvøldið.

- Tað eru nógvir handlar í teimum samanvaksnu bygdunum Runavík, Saltangará og Glyvrar, og tí er tað stuttligt, at skipað fyri slíkum tiltaki, har allir handlarnir verða samlaðir. Hetta økið er so avgjørt vorðið til ein miðdepil fyri menning innan handilsvinnu í eysturoy, og sjálvt um kappingin er hørð, er samanhaldið gott ímillum handlarnar, verður sagt av Kunningarstovuni í Runavík.

- Hetta tiltak verður tískil ivaleyst tikið upp aftur onkuntíð, kanska tá ið tað líður ímóti sumri aftur, men fyrst mugu vit fáa veturin aftur um okkum.