Floksskifti
Vit spurdu formann Javnaðarfloksins hvat hann sigur til, at ein politikari, sum hevur verið virkin í einum øðrum flokki og í landsstýrinum, nú ynskir at blíva partur av Javnaðarflokkinum?
-Tað er ein sera løgin støða at koma í, eisini sum floksformaður. Tí hann hevur væl altíð tann politikkin, at tað skal kunna leggjast so nógv aftrat flokkinum sum gjørligt. So man stendur væl altíð við opnum ørmum og bjóðar fólki vælkomnum uppí Javnaðarflokkin. Man frøðist væl um, hvørja ferð tað legst aftrat limatalinum. Tá so ein persónur, sum t.d. Helena Dam á Neystabø kemur, so er støðan kanska eitt sindur øðrvísi, tí hon hevur eina fortíð sum samgongulimur og sum formaður í einum øðrum flokki og hevur í nógvum givið til kennar ein annan politikk enn tað vit hava verið forsprákarar fyri. Men har er mítt grundsjónarmið, at ein og hvør hevur væl loyvi til at blíva klókari og er man komin til ta sannføring, at tað, sum man hevur staðið fyri, ikki var tað rætta og at man gjarna vil bróta við tað og taka nakað annað til sín, so vil eg vera tann seinasti at siga, at tað skal man ikki sleppa.
Jóannes Eidesgaard sigur víðari, at hansara vanliga instinkt sigur sær, at tað er loyvt fólki at broyta meining, og tað er ikki ókent, at fólk broyta meining. Hann vísir á, at tað, sum er týðandi í hesum máli, er, at Javnaðarflokkurin hevur ikki broytt meining. Hann stendur fyri júst tí sama undan hennara limaskapi sum eftir hennara limaskap. Tað, sum er hent, er, at hon hevur harmoniserað síni sjónarmið við tað, sum Javnaðarflokkurin stendur fyri.
-At hon tekur undir við Sjálvstýrislógini, er tað at broyta meining?
-Ja, tað er tað kanska fyri tey, sum hava hoyrt hana í kjakinum í fýra ár. Hinvegin er tað eingin loyna, at Sjálvstýrisflokkurin hevur altíð staðið fyri einum stig fyri stig sjálvstýrispolitikki, og Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava eina ríka traditión fyri samstarvi. Jóannes Eidesgaard heldur tí ikki, at tann sjálvstýrispolitikkurin Sjálvstýrisflokkurin traditionelt stóð fyri og tað, sum Sjálvstýrislógin inniber eru so ymisk. Tá skuldi borið til at fingið tað at gliðið eftir einari linju.
Skilji frustratiónir
-Hvat sigur tú so til øll tey javnaðarfólk, sum halda tað vera skeivt at taka Helenu uppí, nú hon hevur verið í andstøðu til flokkin so leingi?
-Eg skilji tær frustratiónir, sum eru. Men hinvegin er tað ein trupul støða hjá flokkinum at koma í, um man knappliga fer at forða fólki limaskap og man skal taka tey til upptøkuroynd ella man fær eitt slag av berufsverbot fyri Javnaðarflokkin. Tað er ikki tað, sum eyðkennir eina sosialdemokratiska hugsjón. Eg velji heldur at síggja tað soleiðis, at hesin nýggi limurin, sum meldar seg inn í flokkin, er komin til ta sannføring, at tað, sum hon hevur staðið fyri var skeivt, og at hon gjarna vil standa fyri nøkrum nýggjum, og tá vil eg ikki vera tann, sum sigur kortanei. Tvørturímóti.
-Er ikki vandi fyri, at teir sambandsku veljararnir í Javnaðarflokkinum rýma yvir í Sambandsflokkin, tá ein so markant sjálvstýrisrødd kemur upp í flokkin?
-Nei. Tá Helena kemur upp í Javnaðarflokkin, so er tað klárt, at hon fyrst og fremst skal taka undir við grundsjónarmiðjunum hjá Javnaðarflokkinum á tí sosiala økinum, og tað dugi eg ikki at síggja er nakar stórur trupulleiki. Hon hevur ein rættiliga markantan sosialan vinkul, sum stórt sæð er sera tiltalandi. Hvat sjálvstýrispolitikkinum viðvíkur hevur hon boðað frá, at hon tekur undir við Sjálvstýrislógini, og soleingi hon ger tað, kunnu allir javnaðarveljarar kenna seg tryggar við, at Javnaðarflokkurin hevur ikki flutt seg í sjálvstýrismálinum.
-Tað eru so tey, sum halda, at Javnaðarflokkurin átti at verið meira sjálvstýrishugaður. Kann Helena ikki har tilføra flokkinum nakað skilagott?
-Tað er altíð gott og sunt fyri ein flokk at hava nyanserað sjónarmið. Eg dugi ikki at síggja tað skal skaða, at vit fáa tilført nýggjar kreftir, tí tað verður innan fyri Sjálvstýrislógina, at vit koma at arbeiða.
Ikki automatiskt valevni
-Helena hevur meldað seg inn og goldið limagjald. Í grein í Dimmalætting verður skrivað, at er man komin upp í tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum, so hevur man frítt pass inn á valevnislistan, so er man automatiskt valevni.
-Hetta er ikki rætt. Við eina uppstilling í øllum feløgunum hjá Javnaðarflokkinum eru allir limir eins stillaðir, og allir skulu gjøgnum somu mannagongd við at blíva skotnir upp og síðani atkvøðugreiðslu.
Jóannes Eidesgaard heldur slíka skeiva útmelding vera óhepna, tí hetta órógvar fólk, sum fáa eina skeiva fatan av mannagongdini. -Sjálvt formaðurin í flokkinum skal eisini vigast í hansara limafelag, og soleiðis verður tað eisini við Helenu kemur tað so langt sum til uppstilling.
Uppá fyrispurning um Helena fær pláss í tingbólkinum, nú hon hevur meldað seg inn í flokkin sigur Jóannes Eidesgaard, at fer hon upp í flokkin, so vil tað vera ein avleiðing, at hon eisini verður partur av tingbólkinum. Tú hevur ikki eitt javnaðarfólk, sum er leysgangari. Men har má so fyrst koma ein frámelding frá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag um at taka hetta upp. Tað er nevniliga ein fremmand støða, at tingbólkurin hjá Javnaðarflokkinum brádliga er vitandi um, at tað er ein annar tingmaður, ið ikki er limur í tingbólkinum men sum er javnaðarfólk. Tað vilja vit sjálvandi taka upp til viðgerðar.