Móti Finnlandi í finaluni

Finnlandi hevði ongar trupulleikar av Stórabretlandi, tá seinna hálvfinalan varð spæld í kvøld.

Dysturin endaði við 27-16 sigri til Finnlandi, sum soleiðis verður mótstøðuliðið hjá Føroyum.

 

Fyri fýra árum síðani spældu føroysku kvinnurnar móti Finnlandi í hálvfinaluni. Tá vunnu okkara kvinnur við einum máli eftir umdyst.