Mátin ljóðar tiltalandi

Landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, heldur at sparitiltakið hjá aðalráðnum í Mentamálaráðnum ljóðar tiltalandi. – Tað at starvsfólkini taka felags ábyrgd, heldur enn at tvey ella trý fólk verða koyrd til hús, ljóðar tiltalandi, sigur fíggjarmálaráðharrin

Tað at almenn arbeiðspláss hugsa øðrvísi og solidariskt, tá tey skulu spara, ljóðar eftir øllum at døma tiltalandi til fíggjarmálaráðharran, Jóannes Eidesgaard.

Nú Mentamálaráðið hevur skotið upp fyri sínum starvsfólkum, at tey skulu halda frí í eina viku uttan løn, heldur enn at eini tvey ella trý fólk verða uppsøgd, er hugsandi, at fær tað undirtøku, verða líknandi tiltøk sett í verk aðrastaðni.

- At starvsfólkini vísa solidaritet fyri hvørjum øðrum, heldur enn at fólk verða søgd úr starvi, ljóðar tiltalandi uppá meg persónliga, greiðir Jóannes Eidesgaard frá.

Tó skilur hann væl at fakfeløgini óttast sparitiltøkini.

- Talan er jú um eina reella minking í árslønini hjá starvsfólkunum, og tað sigur seg sjálvt at fakfeløgini mugu umhugsa hetta uppskotið, sigur Jóannes Eidesgaard

Er talan ikki um eitt tiltak, ið kann skapa precedens fyri líknandi tiltøkum í framtíðini?

- Tað kann væl vera at hetta kann skapa precedens fyri líknandi tiltøkum í framtíðini. Men tað verður jú upp til hvørt ráðið sær at gera av. Sum umboðandi lønardeildina vil eg ikki gera fleiri viðmerkingar enn tær, at so leingi Mentamálaráðið fær tær tænastu gjørdar, sum tey skulu hava, og fyri teir pengarnar, ið eru játtaðir, er eingin trupulleiki, greiðir Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum frá.