Mótin á Summar Festivalinum í ár ber stutt sagt preg av regni. Hóast tað ikki hevur regna alla tíð, so eru fólk fyrireikaði upp á at tað møguliga kemur okkurt æl og tey allar fleystu eru tískil í entin regnklæðum ella regnslag útyvir tey vanligu klæðini.
Men annars er tað sum á festivalum fleyst troyggjur innanfyri jakkarnir og gummistilvar.
Um tað er nakað annað útyvir regnklæðini, ið kann kallast eitt trend á Summar Festivalinu í ár eru tað hárbond, ið bæði pynta og eru heit niðurfyri oyruni.
Sí myndirnar her: