Mótmæla BMW í Birmingham

Herfyri mótmæltu umleið 40.000 fólk í miðbýnum í Birmingham, at BMW hevur selt Rover. Tey óttaðust, at eini 8000 fólk í økinum fóru at gerast arbeiðsleys.

Kelda: Motor Magasinet

Honda skerjir í Swindon

Honda hevur boðað frá, at teir fara at skerja framleiðsluna í enska ídnaðarbýnum, Swindon, niður í helvt. Orsøkin er tað hækkandi enska gjaldoyrað, sum ger tað torført at kappast.

Kelda: Motor Magasinet


Nýggjur og størri Pajero


Í heyst kemur Mitsubishi Pajero í nýggjari útgávu. Bilurin verður størri við meira rundum linjpum ? og sum ein tann fyrsti jeepurin, hevur hann sjálvberandi karrossarí.

Kelda: FDM Motor