Russisku myndugleikarnir eru í øðini um eina sjónvarpssending, sum var í almenna kekkiska sjónvarpinum fyri nøkrum døgum síðani.
Sendingin snúði seg um viðurskiftini í Kekenia, og russisku myndugleikarnir siga, at sendingin kann ikki tulkast sum annað enn stuðul til altjóða yvirgang. Russar undrast á, at kekkiska sjónvarpið sendi sendingina so stutt aftan á kekensku gíslatøkuna í Moskva, sum kostaði umleið 170 mannalív.
Russiska uttanríkisráðið sigur, at meðan heimurin roynir at stríðast ímóti altjóða yvirgangi, eru tað tíverri nøkur lond, sum stuðla yvirganginum. Eitt av hesum londum er Kekkia, stóð í einum mótmælisskrivi frá uttanríkisráðnum í Moskva.