Klaksvíkar býráð og umboð fyri vinnuna í Norðoyggjum mótmæla nú siglingina um Leirvíksfjørð.
Í einum skrivi, sum er sent Reidari Nónfjall, stjóra á Strandferðsluni, siga umboð fyri býráðið og vinnuna, at siglingin um Leirvíksfjørð er ikki nøktandi, nú Ternan er farin at røkja siglingina, meðan Dúgvan verður umvæld.
? Seinastu árini er framleiðslan í Norðoyggjum vaksin sera nógv, og hetta hevur sett økt krøv til samferðsluna við meginøkið, verður sagt í skrivinum.
Víst verður á, at Dúgvan longu er vorðin ov lítil til siglingina um Leirvíksfjørð, og tí endar tað við ruðuleika, um Ternan skal sigla eftir somu ferðaætlan sum Dúgvan.
? Ternan má byrja at sigla eftir nýggjar ferðaætlan við nógv við fleiri túrum. Vit hugsa ikki um ein ella tveir túrar fleiri, men eina tvífalding av túratalinum, siga býráðið og vinnan í skrivinum.
? Í øðrum lagi krevja vit, at Ternan I má setast inn á farleiðina til at flyta smærru akførini.
Ætlanin er at Ternan skal røkja Leirvíks-farleiðina alla næstu viku eisini.