Maud Wang Hansen, Forkvinna, Føroya Pedagogfelag
----------
Føroya Pedagogfelag átalar harðliga, at landsstýriskvinnan við Mentamálum hevur valt at fremja sparingar við at seta einasta námsfrøðiliga fulltrúan í MMR niður í hálva tíð. Dagstovnaøkið er eitt tað týdningarmiklasta ábyrgdarøkið landsstýriskvinnunnar. Hóast hetta, so hevur økið ikki møtt stórt virðisligari viðferð og stórari ignoransu hesa seinastu tíðina.
Tað ber ikki til at niðurpína fyrisitingina so harðliga, uttan at tað fær avleiðingar fyri málsøkið. MMR hevur minkað um fyrisitingarliga kapasitetin á fólkaskúladeildini, har dagstovnaøkið hoyrir til, úr 4 fulltrúastørvum niður í 1½, harav bert eitt ½ starv er fyri dagstovnaøkið frá 1. juni 2011.
Tá málsøkið fyri dagstovnarnar var flutt til MMR, vóru pengar fluttir frá Almanna- og Heilsumálaráðnum til Mentamálaráðið. Hvat eru hesir pengar brúktir til, og hvat skulu teir nú brúkast til, tá ½ starv nú skal sparast burtur?
Limirnir í Føroya Pedagogfelag hava ikki hoyrt ella sæð nógv til landsstýriskvinnuna, tá tað snýr seg um viðurskifti á dagstovnaøkinum. Harafturímóti hava vit ferð eftir ferð hoyrt um ætlanir hjá landsstýriskvinnuni at lækka skúlaaldurin, hóast Pedagogfelagið er harðliga ímóti hesum. Okkara mótstøða er bygd á gransking og fakligar royndir eins og á hugsanina hjá foreldrum kring landið.
Sum yrkisbólkur verða vit løgd undir at liggja í skotgrøvum og føra fakfelagsstríð við Lærarafelagið heldur enn at samstarva um børnini. Eg veit bara, at um ikki landsstýriskvinnan gongur á odda fyri at skapa karmar og umstøður fyri hesum samstarvi, so er ikki lætt at vita, hvussu tað skal koma í lag. Tað er landsstýriskvinnan, sum má ganga á odda fyri at skapa virðing fyri málsøkinum, og tað verður ikki gjørt við at niðurpína fakliga serkunnleikan.
Í MMR er ikki ein einasta skipan tøk til at røkja áhugamálini hjá námsfrøðingum; og mismunur verður gjørdur á lærarum og námsfrøðingum á nærum øllum økjum. Og hóast tað sambært dagstovnalógini er landsstýrismaðurin, sum veitir kommununum ráðgeving og vegleiðing í námsfrøðiligum spurningum, sæst hetta ikki aftur við ætlaðu sparingini av fulltrúastarvinum.
Arbeiðið við at endurskoða dagstovnalógina er farið í gongd, og nú mitt í hesum týdningarmikla arbeiði verða sparingar framdar, sum beinleiðis koma at ávirka hetta arbeiðið. Námsfrøðilig stevnumið, sum taka støði í barnarættindasáttmálanum hjá ST, eru ávegis, og er hetta eitt stórt arbeiði, sum krevur hollan námsfrøðiligan kunnleika til tess at tryggja eina skilagóða implementering. Hvussu skulu vit vænta, at hetta verður raðfest nú?
Sum forkvinna í Føroya Pedagogfelag fari eg at heita á landsstýriskvinnuna í MMR um at taka støðuna í størsta álvara og at tryggja øllum starvsfólkum og familjum við børnum, sum dagliga hava tilknýti til dagstovnaøkið, góð viðurskifti. Hetta týdningarmikla málsøkið, sum fevnir um alt landið, hevur uppiborið bestu sømdir til tess at tryggja øllum børnunum í Føroyum eitt dygdargott námsfrøðiligt umhvørvi at mennast í.