Fríggjadagin 20. apríl 2001 frættist, at Tórshavnar Kommuna hevði sent út brøv um stovnsplássini komandi.Tórshavnar Kommuna hevur valt bert at boða teimun frá, sum hava fingið pláss. Tey sum ikki fáa stovnspláss á hesum sinni, fáa einki at vita frá kommununi. Orsakað av hesi mannagongd eru nógv, sum um hesa tíðina hvørt árið gerast meira ørkymlaði, enn neyðugt er.
Í hesum sambandi mótmælir Foreldrafelagið tí manglandi kunning og manglandi innliti Tórshavnar Kommuna gevur sínum viðskiftarfólki, bæði viðvíkjandi árligu brøvini um stovnspláss og viðvíkjandi bíðilistanum. Foreldrafelagið heldur, at Tórshavnar Kommuna eigur at broyta verandi mannagongd og skapa størri opinleika í hesum máli.
Í sambandi við árligu fráboðaninar um stovnspláss eiga eisini tey, sum einki stovnspláss fáa, at verða kunnaði skrivliga. Hesi eiga at kunnast um, hví tey ikki hava fingið stovnspláss á hesum sinni, og hvat nummar tey so eru á bíðilistanum. ? Men hesir upplýsingar eiga ikki bert at verða tøkir einaferð um árið. Ein skipan eigur at verða gjørd, so at til ber hjá øllum, til eina og hvørja tíð, at fáa innlit í bíðilistan, bæði fyri at síggja, hvat nummar á bíðilistanum ein er, og fyri at fáa innlit í deilingina av stovnsplássum í økinum.
Foreldrafelagið ger at enda vart við, at felagið í fleiri ár hevur átalað mannagongdina hjá Tórshavnar Kommunu í hesum máli. Felagið hevur fleiri ferðir víst á, at einasta gongda leið er størri opinleiki. Hóast hetta, hevur Tórshavnar Kommunu ikki broytt mannagongd, til stóran ampa fyri viðskiftarfólki.