Teir seinastu dagarnar hava fangarnir í Guantanamo-leguni mótmælt, at teir eru har enn, hóast Barack Obama, forseti, hevur lovað at lata leguna aftur fyri langari tíð síðani. Sakførarin Ramzi Kassem, sum er verji hjá einum av fangunum, sigur við amerikanskar fjølmiðlar, at fangarnir hava skipað fyri mótmælistiltøkum teir seinastu fjúrtan dagarnar í sambandi við, at níggju ár eru liðin, síðani legan bleiv tikin í brúk.
Sambært verjanum er talan um friðarlig mótmæli. Eitt nú hava fangarnir sýtt fyri at ganga teir dagligu túrarnar, og um kvøldið hava teir sýtt fyri at fara í klivarnar. Tí hava fleiri teirra sovið úti um næturnar.
Ramzi Kassem sigur, at fangin, sum hevur sagt sær frá mótmælunum, hevur verið í Guantanamo í næstan níggju ár. Sum skilst eru mótmælini ein roynd hjá fangunum at fáa samband við politikarar, fjølmiðlar og Reyða Kross.