Mótmæli í Kina

Um vikuskiftið kravdi ein námsvanlukka har norðuri í Kina 104 mannalív, og í morgun gingu avvarandi hjá teimum, sum doyðu, mótmælisgongu, har tey funnust hvassliga at teirri vánaligu trygdini í námunum.

Útlendsku tíðindastovurnar skriva, at løgreglumenn og trygdarmenn royndu at steðga mótmælisgonguni, og at partarnir brustu saman.

Námsvanlukkur eru rættiliga vanligar í Kina, men vanlukkan um vikuskiftið var tann ringasta í tvey ár. Sambært almennum upplýsingum hava 3.200 kinesiskir námsarbeiðsmenn latið lív í vanlukkum tað seinasta árið, men óheftar keldur siga, at tað veruliga talið er nógv størri.