Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Bræv sent Hans Paula Strøm, landsstýrismanni í almanna- og heilsumálum
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar mótmælir harðliga ætlanini hjá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum at siga átta sjúkrarøktarfrøðingum á Føðideildini úr starvi og seta ljósmøður í staðin.
Felagið mótmælir harðliga, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum tekur sjúkrarøktina frá sjúkrarøktarfrøðingum og letur ljósmøður yvirtaka sjúkrarøktina og leiðsluna av henni á Føðideildini.
Føðideildin er ikki bert ein føðideild, men eisini ein sjúkradeild, og kann tí ikki samanberast við føðideildir í eitt nú Danmark og øðrum Norðurlondum.
Hetta merkir, at deildin eisini er ein sjúkradeild fyri barnakonur og ein neonatal deild. Ein neonatal deild er ein sjúkradeild, har ov tíðliga fødd børn, sjúk børn og børn við breki annars eru innløgd.
Á neonatalum deildum í Norðurlondum starvast bert sjúkrarøktarfrøðingar og læknar. Eingin ljósmóðir starvast á nakrari neonatalari deild, hvørki í Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi ella Íslandi, tí hetta er sjúkrarøktarøki.
Felagið mótmælir eisini, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum harafturat roynir at billa Føroya fólki inn, at nevnda umlegging fer at geva eina betri góðsku ? tað meta vit er beinleiðis ósatt, tvørturímóti fer hon at lækka støðið í sjúkrarøktini.
Felagið vil tí hervið heita á tygum at bera so í bandi, at nevnda umlegging ikki verður veruleiki.
Vit vilja eisini minna tygum á, at Føroyar fyri nøkrum árum síðan høvdu hægstu barnadeyðiligheitina í Norðurlondum sambært hagtølum hjá Landslæknanum, men hava megnað at vent gongdini til nú at hava lægstu barnadeyðiligheit.
Hetta er m.a. sera dugnaligu sjúkrarøktarfrøðingunum á Føðideildini, ið eru spesialistar á økinum, saman við barnalæknunum og ikki minst Ulrikku Steuerwald barnalækna fyri at takka.
Ætlaða umleggingin hevur ta avleiðing, at arbeiðið, sum altíð hevur verið røkt av limum í Felagnum Føroyskum Sjúkrarøktarfrøðingum, nú uttan haldgóðar grundgevingar verður flutt til ein annan fakbólk.
Hetta verður gjørt mitt í einum sáttmálaskeiði og er eitt greitt brot á allar arbeiðsrættarligar reglur, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava skyldu at halda.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar kann als ikki góðtaka, at eitt arbeiðsøki, sum altíð hevur verið væl og virðiliga røkt av okkara limum, á henda hátt við væl fyrireikaðum snildum verður flutt til ein annan fakbólk. Hetta er greitt í stríð við allar siðvenjur á arbeiðsmarknaðinum.
Hetta stig kann ikki fatast sum annað enn ein krígsavbjóðing móti felagi okkara, og hetta áttu tygum sum landsstýrismaður umboðandi Javnaðarflokkin og sum fakfelagsvinur at verið tann fyrsti til at fatað.
Gjørt verður vart við, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ikki undir nøkrum umstøðum góðtekur nevndu umlegging, og fara vit tí at taka øll neyðug stig til at forða fyri, at hon gerst veruleiki.