Mótmælini lítla undirtøku

Tey, sum skipaðu fyri mótmælistiltøkunum í Russlandi í dag, vóru sjónliga misnøgd við undirtøkuna, sum tiltøkini fingu. Í Moskva høvdu fyririkararnir fingið loyvi til eitt mótmælistiltøk við 50.000 luttakarum í miðbynum, men tá saman um kom, vóru bara millum 10.000 og 20.000 fólk.

Eisini í Sankta Pætursborg og Nisnjij Novgorod vóru mótmælisgongur, men í báðum førum vóru minni enn 5.000 fólk við.

Hinvegin var løgreglan sera væl mannað, men hon kundi ikki forða fyri samanbrestum, og fleiri mótmælistiltøk vórðu tikin.