45 mótmælisfólk í Hong Kong hava fingið løstir, eftir at hvítklæddir menn í maskum í gjár lupu á við stavum og øðrum vápnum á einari tokstøð í Yuen Long økinum í býnum.
Enn er ikki greitt, hvørjir menninir vóru ella hvønn teir umboðaðu, men hildið verður, at teir møguliga eru limir í triaduni, ið er kinesiska mafian.
Fleiri upptøkur eru frá tilburðinum, og á upptøkunum síggjast menninir leggja á tey mongu mótmælisfólkini.
Sambært BBC løgdu álopsmenninir serliga eftir teimum, sum vóru í svørtum klæðum. Svørt klæðir hava ímynda mótmælini, síðan tey byrjaðu í apríl mánaði.
Mótmælini snúðu seg upprunaliga um ítøkiligt lógaruppskot, ið andstøðingar mettu fór at gera seg inn á juridiska sjálvræði í Hong Kong. Sum fráliðið eru mótmælini farin at snúgva seg meira um demokrati og sjálvræði í Hong Kong yvirhøvur.