Mótmælistiltøk fara at halda fram

Mótmælini hjá fakfeløgunum móti flatskattaskipanini og ætlanini at skatta pensjónir við inngjaldi fara at halda fram í næstu viku.

Tað er greitt eftir fund í Føroya Arbeiðarafelag seinnapartin í dag, har eini 30 fakfeløg vóru komin saman at viðgerða ætlanina um flatan skatt og um at skatta pensjónir við inngjaldi.

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, staðfestir, at fakfeløgini gevast ikki og at tey standa 100% saman.

Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at niðurstøðan á fundinum í dag var, at fakfeløgini fara at halda fram við mótmælistiltøkum, og nú hava tey sett ein arbeiðsbólk at leggja ymiskt tiltøk til rættis.

Hann staðfestir, at tað er eingin slingur í valsinum hjá fakfeløgunum, og tí fara mótmælistiltøkini at halda fram.

Hann heldur, at mótmælistiltakið uttanfyri løgtingið hósdagin var sera væleydnað, tí hann ivast ikki í, at tað hevur latið eyguni á mongum politikara upp.

Georg F. Hansen sigur, at í næstu viku verða tað fleiri tiltøk av hasum slagnum, men talan kann eisini verða um onnur tiltøk.

Hann vil ikki útgreina, hvat hann hugsar um.

- Men kanska fara vit eitt sindur longur, enn vit fóru hósdagin, og tað er eisini ein møguleiki, at hetta endar við arbeiðssteðgi, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag.