Mótmæltu avtøku av tíggjunda flokki

Klokkan 15 í dag skipaðu næmingar í fleiri skúlum fyri mótmælisgongu ímóti ætlanunum hjá Tórshavnar kommunu at leggja allar tíggjundu flokkar í kommununi í Eysturskúlan Samstundis sum nógv ung mótmæltu ætlanunum, vóru eisini nøkur, sum fegin vilja hava tíggjunda í Eysturskúlan.

Sambært ætlanunum hjá kommununi skulu allir tíggjundu flokkarnir vera í Eysturskúlanum, og hetta merkir, at tíggjundi í Kommunuskúlanum skal niðurleggjast.

- Vit vilja bara, at næmingarnir skulu hava eitt val, sigur ein av næmingunum, sum vil halda fast við tíggjunda í Kommunuskúlanum.

Heðin Mortensen tók ímóti skrivi frá næmingunum, og staðfesti, at málið verður tikið upp av nýggjum í býráðnum, tí kanska er tað ikki lýst nóg væl, sum hann málbar seg.