Grikska løgreglan brúkti í dag táragass, tá umleið 25.000 fólk komu saman í Athen at mótmæla týska kanslaranum Angelu Merkel, sum hevur vitjað grikska høvuðsstaðin í dag. Fleiri av mótmælisfólkunum vóru í nazi-búna og bóru ymisk eyðkenni hjá týsku nazistunum.
-Hetta er ikki ein evropeisk samgonga. Hetta er trælahald, stóð millum annað á skeltum, sum mótmælisfólk gingu við.
Tey seinastu árini hevur Grikkaland fingið nógvar milliardir evrur frá teimum týsku skattaborgarunum sum lán og veðhald, men kortini vilja grikkar ikki vita av týska kanslaranum. Eftir teirra tykki hevur Angela Merkel gingið undan við krøvum um sparingar, sum grikkar skulu ganga undir fyri at fáa hjálp.
Myndugleikarnir høvdu sent 6.500 løgreglumenn og 300 hermenn hjá sjóverjuni at tryggja frið í Athen, og miðbýurin hevur verið avbyrgdur teir seks tímarnar, Merkel er í Athen.