##med2##
Sum so nógv annað, so hevur eisini Firmakappingin - spurnarkappingin - á FM1 havt ein korona-steðg.
So tíðliga sum 6. mars vann Bygma Balslev seg í finaluna, og núðstani í dag, 20. mai var hin hálvfinalan, har SPEKT og TRYGD møttust.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra hálvfinaluna millum SPEKT og TRYGD.
Finalan í Firmakappingini hjá FM1 verður fríggjadagin 29. mai klokkan 14.15.
Høvuðsvinningurin í Firmakappingini er ein ferð fyri 12 fólk við Skúvadal ferðum undir Vestmannabjørgini við Suppu og døgurða frá Fjørukrónni í Vestmanna. Tveyarin fær "Búff og Bowl" fyri 12 fólk frá Bowlinghøllini á Hálsi í Havn.