Tá fólk lata seg velja í eina almenna nevnd, gerast tey almennir persónar í tí høpi, sum hevur við nevndina og virki hennara at gera. Tað er ótolandi og forkastiligt, sum tíverri ofta hendir í Føroyum, at privat viðurskifti verða drigin upp í eitt slíkt kjak.
Í kjakinum um teir nývaldu limirnar í vísindaliga siðsemisnevndini eru fleiri tílík viðurskifti tikin fram. Í hesum førinum er tó tað hent, at tey eru útvald nettupp fyri sína støðu í viðurskiftum, sum annars áttu at verið óviðkomandi og ikki á nakran hátt áttu at verið viðgjørd alment.
Bill Justinussen sigur heilt greitt og klárt í fjølmiðlunum, at slík viðurskifti hava verið avgerðandi fyri hann, tá hann valdi nevndarlimirnar í vísindaligu siðsemisnevndina, og tí hevur kjakið fingið ta vend, tað h#evur. ?Eg havi valt fólk, eg havi álit á,? sigur hann í viðtali í Sosialinum 11. september. Tað er í lagi, men so sigur hann víðari, at nevndin fyrst og fremst er ein nevnd, ið skal ráðgeva landsstýrismanninum, og at tað ?er lættari hjá mær at velja fólk, eg kenni heldur enn fólk, eg einki veit um.? Í kjakinum á løgtingi segði hann tó, at hann ikki kendi tey. Hvørjum skal ein trúgva? Og í sama viðtali í Sosialinum ?dylur hann ikki fyri, at hann hevur hugsað um at velja nevndarlimir, ið draga somu línu sum hann í slíkum málum.? Hvat hetta er fyri lína, kemur síðani fram í viðtalinum: ?Høvdu vit ein landsstýrismann, ið hevði ógvuliga frælslyntar hugsjónir, hevði hann óivað eisini mannað nevndina við fólkum, sum stuðlaðu hansara sjónarmiðjum, heldur Bill JustinuAssen.? Tí ivist eg í, nettupp um hann var frælslyntur.
Heilir tríggir prestar, tveir av teimum sóknarprestar í Klaksvík, hin triði fráfarin prestur í Fuglafirði, ein trúboðari og ein starvsmaður og politiskur ráðgevi hjá løgmálaráðharranum og fólkatingsmanninum hjá Tjóðveldisflokkinum hava tikið til orðanna. Umframt onnur. Alt um at eg blandi privat viðurskifti hjá nývaldu nevndarlimunum uppí.
Tað er ikki eg, sum havi gjørt tað! Sjónarmiðini hjá Miðflokkinum eru kend, og her sigur Bill, at nývaldu limirnir í siðsemisnevndini hava somu sjónarmið. Hví spyrja tit tá, sum kjakast, hvussu eg kann vita, hvat hesi fólk hugsað? Tað er tí, at landstýrismaðurin hevur sagt mær tað! Og hartil at tey eru vald lutvíst ella kanska mest fyri at hava júst hesi sjónarmiðini.
Á ein hátt haldi eg, tað er synd fyri teir valdu limirnar. Eg giti mær til, at teir hvør í sínum lagi hava fingið fyrispurning ella áheitan, kanska frá landsstýrismanninum persónliga ella onkrum í umsitingini, um at sita í hesi nevnd. Teir hava játtað, tí hetta tykist teimum at vera eitt áhugavert arbeiði, og hava so ikki hugsað meira um tað. Eg kann hugsa mær, at tey ikki hava grunað, at tey eru biðin í nevndina, tí tey hava privatar áskoðanir, ið hóva landsstýrismanninum, men tí tey fakliga ella á annan hátt eru skikkað. Tey eru tí uttan at vilja tað endað í eini støðu, ið ikki er heilt góð at koma í. Satt at siga haldi eg eisini, at tey øll, hvør í sínum lagi, kunna sita í nevndini. Trupulleikin er samansetingin av nevndini. Ikki teir einstøku limirnir.
Og tí skrivaði eg mína viðmerking. Tí tað er forkastiligt, at velja limir í eina vísindaliga siðsemisnevnd eftir, hvørjar áskoðanir tey hava privat á økjum, sum í stóran mun eru relevant fyri arbeiðið í nevndini.
Visti Bill yvirhøvur, hvat tað var fyri nevnd, hann valdi limir í? Vísindaliga siðsemisnevndin skal ikki ráðgeva landsstýrismanninum fyrst og fremst. Har fór hann skeivur, men hevur vist rættað tað síðani. Nevndin skal fyrst og fremst taka nakrar sera týðandi avgerðir um innan ávís granskingarøki. Tí helt eg tað vera upp á sítt pláss, ja mína skyldu sum formaður í Granskingarráðnum, at føra hesi sjónarmið fram. Og Granskingarráðið er í mun til Siðsemisnevndina, nettupp ein nevnd, ið skal ráðgeva landsstýrinum. Eg vildi ávarða ímóti tí, at meirilutin í nevndini varð samansettur á religiøsum grundarlag. Og enntá á víðgongdum og trongum religiøsum grundarlag. Tí Miðflokkurin er ein flokkur við víðgongdum religiøsum grundarlag. Eg lurti javnan eftir Lindini, har mangur álitismaður í Miðflokkinum er at hoyra!
Prentsvertan var valla turr, so kom róp í. Fyrst reistist ein ond eftir havinum, men hon var veik og fór framvið. Tað var Símun Absalonsen. Hann rak tó fram undir, at eg forfylgi minnilutum. Tað geri eg vissuliga ikki, men av tí, at hansara grein snúði seg mest um viðurskifti uttan fyri evnið, helt eg best vera at lata fara. Onkursvegna grunaði eg tó, at okkurt fór at koma afturat. Og so varð. Tann lítla ondin hevur eftir eini stuttari viku reist seg til storm, ið til hesa løtu er harðnaður so mikið, at høvdið á mær verður kravt serverað á fati. Kanska kemur meira!
Sjúrður Skaale krevur - ikki í blaðgrein ella lesarabrævi, men í sjálvari oddagreinini í Fregnum - at eg skal skal koyrast frá sum formaður í Granskingarráðnum! Meinar hann tað, skuldi tað verið ein smøl søk hjá so máttmiklum manni. Hann kann venda sær til Høgna Hoydal, løgmálaráðharra, sum hann í fleiri ár hevur verið politiskur ráðgevi hjá, at fáa hetta gjørt. Eg gitið, at hann framvegis hevur gott samband har, og kanska framvegis verður konsulteraður. Ella hann kann venda sær til Torbjørn Jacobsen, ið er fólkatingsmaður og løgtingsmaður hjá Tjóðveldisflokkinum. Eg veit ikki betur enn at Sjúrður er skrivari og ráðgevi Torbjørns. Og endiliga kann hann jú venda sær til enn ein Tjóðveldispolitikara: Annliss Bjarkhamar, landsstýrismann í granskingarmálum. Tað er hon, ið setur og loysir meg úr hesum sessi mínum.
Eg havi eisini eitt borgarligt alment starv sum lærari á Fróðskaparsetrinum. Eftir lógini er tað eitt sindur truplari at koyra ein lærara frá, men hvat við at seta ein sensor, ið kann vera inni, tá eg havi undirvísing, at ansa eftir, at eg einki skeivt sigi. Ella nakað óhóskandi! Sjúrður Skaale hevur fleiri møguleikar at fáa sínar ætlanir framdar!
At teir báðir pastores loci í Klaksvík geva einum sóknarbarni sítt besta viðmæli, er sum tað eigur. Men at kunngera í bløðunum, hvussu ofta klaksvíkingar ganga til altars, tað haldi eg vera ósømiligt.
Tá er tað stuttligari at lesa Olofsen. Hann hevur jú humor. Og so dugir hann nógv fín orð og hartil kunstin at citera á latíni. Ikki vánaligt! Tað dugdi ein ávísur Rasmus Bjerg eisini. Spell bert, at tað ikki erÁ Per Degn, hann tosar við. Ein annar kann eisini tann kunstin, tá tað krevst, og má sanna vísdómin hjá tí gamla rómverksa grammaticus Terentianus Maurus: Pro captu lectoris, habent sua fata libelli! Hóast dagbløð ikki vóru til á hansara døgum, munna orð hansara eisini galda fyri eina lítla blaðgrein hjá einum formanni í Granskingarráðnum!
PS! Í fyrru grein míni kom eg kanska at gera teimum víðgongdu órætt viðvíkjandi Galilei. Pávakirkjan hevur tikið ákærur sínar og grundgevingar aftur móti vísindamanninum, ið argumenteraði fyri eini heliosentriskari heimsmynd. Eftir drúgva nevndarviðgerð kundi Jóannes Páll II pávi gera hetta í hátíðarligari kunngerð longu í 1992! Sig so tað!
PPS! Kona mín, ið hevur lisið hetta, og ikki dugir latín og sum annars ikki er samd við mær í øllum lutum, biður meg vælsignaðan umseta Terentianus Maurus fyri sær (og øllum hinum mongu, ið ikki lesa latín). Tað geri eg fegin.
Bókanna lagna verður avgjørd av lesarans evnum at skilja!