Mítt innara eg

Klumman...

Hoyrdi prát við eina konu, sum hevði leitað eftir sær sjálvari og sínum innara “egi” í fleiri ár. Nú hevði hon endiliga funnið tað og bjóðaði seg fram at hjálpa øðrum at finna sítt innara eg.


Sítt innara eg. Mítt innara eg.


Kom at hugsa um, hvat hevði komið undan kavi, um eg fór at leita eftir

mínum innara egi: Hin brúni tush-proppurin, sum ongantíð bleiv kukkaður út aftur einaferð í sjeytiárunum? Arrið frá gall-operatiónini, sum mundi tikið lívið av mær fyri nøkrum árum síðani? Ella kanska hevði eg avdúkað meg sjálva sum eitt sjálvupptikið neyt, fjalt í einari gráhærdari bókasavnsgívur við ravklumpi um hálsin – ella eina hysteriska madonnu?


Undrist bara á, hvat fólk vænta at finna, tá tey grópa eftir sínum innara egi – annað enn endurtøkur av sær sjálvum.

Meini so við – í mínari verð eri eg aldeilis trivielt selskap.


Hevði eg veruliga mist meg sjálva burtur, hevði eg fyrst hugt í ein spegil. Hevði eg onki funnið har, hevði eg leitað millum tey, sum eg elski. Og fann eg heldur onki har, hevði eg bjóðað meg fram sum hjálpari hjá AIDS-sjúkum børnum í Suðurafrika ella sum lærari hjá deyvum kvinnum í afghanskum fongslum.


Tá hevði eg, um ikki annað, givið meining fyri onkran annan enn MEG...!