Móttøka fyri Jóan Paula og Sigurð

Fríggjadagin verður móttøka á Fróðskaparsetri Føroya í sambandi við, at Jóan Pauli Joensen, ið hevur verið rektari seinastu fimm árini, er farin aftur í sítt gamla starv á Sgøu- og samfelagsdeildini sum professari í siðsøgu, og Sigurð í Jákupsstovu hevur tikið við rektarastarvinum.

 

Í hesum sambandi verður skipað fyri móttøku á Fróðskaparsetrinum í hølinum í Jónas Broncksgøtu 25, niðastu hædd, fríggjadagin frá klokkan 15 til 17, boðar Fróðskaparsetrið frá.