Móttøka fyri Natta

Móttøka var fríggjadagin 22. juni í Læraraskúlahøllini á Venjingarskúlanum í Havn í sambandi við at stjórin á skúlanum, Niels Nattestad, hevur lagt frá sær


Eftir tíggju ár í stjórasessinum hevur Niels Nattestad, vanliga nevndur Natte, lagt frá sær sum stjóri á Venjingarskúlanum.


Á fráfaringarsamkomuni vórðu hildnar fleiri røður, eins og bæði sangur og tónleikur varð framførdur. Røður vórðu hildnar av millum øðrum, varaskúlastjóranum, umboðum fyri lærararnar, skúlastýrinum, stjóranum á Læraraskúlanum og borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu, sum handaði Natta ein málning av Edward Fuglø, listamanni, sum gávu.


Natte er hvalbingur, men hann hevur búð í Havn í umleið hálvthundrað ár. Hann tók prógv á Føroya Læraraskúla í 1971, og síðani hevur hann arbeitt á Venjingarskúlanum. Í 1980 gjørdist hann varaskúlastjóri, og síðani 1996 hevur hann verið skúlastjóri. Hann hevur sostatt starvast á Venjingarskúlanum í 36 ár.