Móttøka hjá Ingeborg

Seinnapartin mikudagin varð hildin stór móttøka í húsunum hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Henda varð hildin í samband við, at Ingeborg hevur verið forkvinna í felagnum seinastu 25 árini.
Nógv fólk var samankomið til móttøkuna, fyri at vísa henni tøkk og virðing fyri sítt ótroyttiliga arbeiði fyri korini hjá tí føroyska arbeiðsfólkinum.
Millum gestirnar vóru umboð úr fakfeløgum í Norðurlondum, løgmaður Jóannes Eidesgaard, eins og umboð fyri feløg og stovnar, sum á einhvønn hátt hava samstarvað ella samráðst við Ingeborg hesa fjórðingsøldina.
Fleiri røður vórðu hildnar, har m.a. varð víst á tað treystið, ið Ingeborg hevði víst og tað álit, hon hevur manna millum.
-<DPTAB>    Uttan hennara vóru vit komin stutt á leið við rættindum okkara, varð m.a. nevnt í onkrari røðu.