Móttøka í Klaksvík

Fótbóltskvinnurnar úr Klaksvík koma heimaftur leygardagin, og tá verður móttøka fyri teimum í Kiosk Vár í Klaksvík.

 

Fótbóltsheiðran


Her fyri vóru KÍ-kvinnurnar við í fyrstu útgávuni av UEFA Champions League fyri kvinnulið, og hóat tað ikki eydnaðist teimum at koma víðari, so stóðu tær seg kortini betri enn føroysku mannfólkini plaga at gera í altjóða høpi.

Tað eydnaðist nevnliga KÍ at vinna fyrsta dystin í kappingini, sum varð hildin í Finnlandi. Tað var móti eysturríksku meistarunum, at sigurin kom til høldar, og hóast tær síðani máttu lúta fyri italsku og finsku meistarunum, so skerst ikki burtur, at talan var um sera góð úrslit.

Rættin til umboð í meistarakappingini vann KÍ sær í fjør, tá tær gjørdust føroyameistarar, og tá tær aftur í ár gjørdust meistarar, hava tær eisini tryggjað sær hendan møguleikan komandi ár.

Í Klaksvík ætla tey sær eisini at gera nógv burturúr, nú kvinnurnar koma aftur. Saman við Føroya Bjór og Kjølbro Heilsølu fer Kiosk Vár at skipa fyri móttøku, og verður hendan í hølunum hjá Kiosk Vár leygardagin kl. 14.00.