Heilt nógv fólk stukku inn á gólvið, tá Tangavirkið í Vági hevði almenna móttøku fríggjadagin, í samband við, at virkið nú hevur 75 ár á baki.
Og tað lá væl fyri at støkka inn á gólvið til ein kaffimunn og eitt prát, tí gólvið í virkishøllini var nevniliga ruddað og klárgjørt til móttøkuna, og ístaðin fyri stál og maskinur og virkisfúsar smiðir, beyð gólvið nú vældekkað kaffiborð við øllum góðum til bæði stór og smá.
Nógv fólk úr allari Suðuroynni heilsaði eigarum og starvsfólki á stóra degnum, og enntá onkur kom norðaneftir. M.a. Johannes Mortensen av Argjum, ið nú er komin væl til árs. Johannes er bróður Palla Mortensen, Argja Palla, ið grundlegði virkið fyri 75 árum síðani, og nýtti hann høvið at heilsa eftirkomarunum hjá bróðuri sínum, ið hava ført virkið víðari.
Fyri mognum árum síðani var Johannes Mortensen eisini fyrsti lærlingur í smiðjuni hjá Argja Palla.
Bent og Mortan Mortensen eru 2. og 3. ættarlið og hevur virkið klárað øll hesi 75 árini, hóast tíðir hava skift, og havt aldudalar við sær.