Móttøka á Toftum í dag

Í dag millum klokkan 16 og 18 skipar Bátafelagið á Toftum fyri móttøku í hølunum, har Posta áður helt til í kjallarahæddini hjá Pidda á Toftum.

Bátafelagið hevur riggað hølini til, sum felagið leigar frá Hanusi Lómstein, og nú verða hesi karmur um Undirhús, har eldri borgarar í kommununi kunnu verða saman til hugnaliga samveru.

Hetta eru stór og góð hølir, og við Undirhúsinum økir Bátafelagið soleiðis um sínar aktivitetir, sum koma borgarum í kommununi til góðar.

Seinastu dagarnar hava fólk hjá felagnum saman við øðrum umbygt og hugnað um hølini, soleiðis at tey í dag fult út kunnu nýtast til hetta endamál.

Í dag frá klokkan 16-18 bjóðar Bátafelagið á Toftum so til móttøku í hølunum, og felagið vónar, at nógv fólk fara at nýta høvi at støkka inn á gólvið og síggja hølini, sum nú verða karmur um Undirhús á Toftum.