Nógv fólk, bæði viðskiftafólk og onnur, nýttu høvið at støkka inn á gólvið millum kl. 15 og 17 seinasta fríggjadag. Har var hugnalig móttøka við góðum mati og onkrum at leska seg við. Leygardagin var opið hús frá kl.10-15, har tað umframt fleiri góð føðingardagstilboð av nýggjum og brúktum bilum, eisin varð okkurt til børnini at hugna sær við.
Frá 1971 til 2001
Virksemi hjá fyritøkuni byrjaði á Láarvegnum í 1971, sum Renault umboð. Í dag umboða Ivan Johansen Bilar, sum er ein av størstu bilasølum í landinum, bilmerkini Citroën, Mitsubishi, Mercedes-Benz og Chrysler.