Móttøka við mótasýning á Skála

Leygardagin 15. mai var móttøka við mótaframsýning á kafeteria í ítróttarhøllini á Skála í sambandi við at S/f Janusu v. Janus Uldall nú hevur tikið yvir raksturin av Cafeteria.

Klædnahandlarnir Josi og Suðurgarð á Skála høvdu mótasýning. Eisini var framsýning av Aloe Vera húðrøkt og ein framsýning við málningum hjá Kristinu Nysted.

Janus Uldall, sigur at opið verður allar dagar frá kl. 17.30 ? 22.00. Annars verður satsað upp á at fólk kunnu bíleggja døgurðar og smyrjibreyð út av húsinum til veitslur, brúdleyp o.a.