- Tað er ein kreativ, skapandi tilgongd, men tað er eisini eitt handverk, sum ein má duga. Tú mást kenna til ymisku ljóðførini, vita hvussu tey ljóða, hvat tey kunnu spæla, og hvat tey kunnu gera, sigur Sunleif Rasmussen.
Sunleif Rasmussen er í ár tilnevndur tvær FMA-virðislønir fyri Symphony no. 2: The Earth Anew. Hon er skrivað yvir eitt trý ára skeið, frá 2012 til 2015. Hina fyrru, Oceanic Days, skrivaði hann frá 1995 til 1997, men hon varð ikki framførd fyrr enn í 2000.
Eitt er at skriva eina yrking ella at gera eitt lag. Men hvussu ber man seg at við at skriva eina symfoni? At arbeiða við yvir 80 ymiskum ljóðførum umframt solistum og kóri krevur sín mann. Hvar byrjar man?
- Tað er torført at siga, hvar man byrjar, tá man skal skriva eina symfoni. Eg fái eitt hugskot. Eg hoyri alt verkið fyri mær, men kortini ikki sum nakað ítøkiligt. Eg veit, júst hvussu verkið skal vera frá byrjan. Eg veit ikki um hetta er tað, tey kalla íblástur. Eg veit bara, hvussu tað verkið skal ljóðað og tað fær ikki verið annarleiðis, sigur Sunleif Rasmussen.
Tað er ikki altíð, at tað gongur eftir ætlan. Onkuntíð kemur tað fyri, at tað, sum hann hevur skrivað, má blakast burtur.
- Tú mást tora at spyrja teg sjálvan, um tað, tú hevur gjørt er satt, um tað er rætt. Onkuntíð havi eg skrivað í eina viku, áðrenn eg skilji, at eg eri farin av leið. So má alt í skrell. Viskileður og skrellispann eru míni týdningarmestu amboð. Eg vil bara skriva tað, sum er tað allarbesta eg kann, sum mítt talent røkkur til. Tað næstbesta er ikki gott nokk fyri meg, sigur Sunleif Rasmussen.
Symphony no. 2: The Earth Anew hevur fingið góð ummæli, men sjálvur sigur Sunleif Rasmussen, at týdningarmiklari enn hvat ummælarar halda, eru tær afturmeldingar, hann fær frá vanligum lurtarum.
- At fólk hoyra og lurta eftir mínum tónleiki, at tey verða rørd og finna okkurt, sum tey ikki hava upplivað fyrr, tað er tað virðismesta fyri meg, sigur Sunnleif Rasmussen.
Í samband við at FMA verður 11. mars hevur Vikuskiftissosialurin tosað við Sunleif Rasmussen um hansara virki sum tónaskald. Eisini er eitt prát við Kristian Blak um menningina í føroyskum tónleiki, umframt eitt yvirlit yvir allar tilnevningarnar.