- Eg eri øgiliga spentur!
Tað dylir Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, ikki fyri.
Í morgin hevur hann kallað veljaran á fólkaatkvøðu at siga sína hugsan um kommunusamanlegging.
Og tað, hann ynskir sær mest av øllum, er, at veljarin gevur honum eitt greitt svar.
- Tí vónar hann, at valluttøkan verður stór og at svarið verður greitt.
- Tekur veljarin undir við kommunusamanlegging, fer tað at seta ferð á kommunusamanlegging kring landið.
- Sigur veljarin hinvegin nei, vænti eg, at alt kjak um samanlegging er jarðað í nógv ár framyvir.
- Eg vóni, at vit veruliga fáa fólksins vilja at vita og tess størri valluttøkan er, tess greiðari verður svarið.
- Tað verður bara hesin eini møguleikin, tí eg dugi ikki at hugsa mær, at fólkaaktvøða um kommuusamanlegging nakrantíð verður aftur.
Minnir um sabotasju
Kortini dylir landsstýrismaðurin heldur ikki fyri, at eftir hansara tykki eru tað ikki so fá, sum royna at sabotera fólkaatkvøðuna.
- Tað er øgiliga óheppið, at fleiri av okkara fremstu politikarum og fjølmiðlar royna at sabotera fólkaatkvøðuna í morgin um kommunusamanlegging.
Hann staðfestir, at fleiri kendir politikarar hava roynt at gera fólkaatkvøðuna politiska og royna at gera hetta til eitt mótmæli ímóti samgonguni.
- Tað hava fjølmiðlar eisini gjørt við at draga spurningin um flatskatt inn í eina fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging
Tað nýggjasta er, at nú verður veljarin eggjaður til at sabotera fólkaatkvøðuna at brúka atkvøðuseðilin til at biðja samgonuna leggja frá sær heldur enn at svara upp á spurningin um kommunusamanlegging.
- Tað er serstakliga óheppið, at politikkur er komin upp í eina einfalda og greiða fólkaatkvøða um kommunusamanlegging.
Hann heldur, at hetta er ein roynd at grugga málið og tað minnir um sabotasju.
Men hann vónar, at veljarin fer á val og ikki letur seg ørkymlað av viðurskiftum, sum eru púra óviðkomandi.
Hinvegn hevur hann onki ímóti, at borgarstjórar og bygdaráðslimir siga sína hugsan.
- Eg haldi, at veljarin eigur at sleppa at taka sína støðu í friði og náðum, uttan ov nógva óviðkomandi ávirkan uttaneftir.
- Veruleikin er, at málið er rættiliga greitt og tað er onki mál, sum er so væl lýst sum kommunusamanlegging
- So tá ið politikarar siga, at alt er so ógreitt, minnir tað mest um sabotasju.
Undir øllum umstøðum
Kári P. Højgaard leggur dent á, at eldraøkið og fólkaskúlin verður lagdur undir
kommunurnar, sama, hvat úrslitið av fólkaatkvøðuni verður.
Hann minnir eisini á, at tað eru kommunurnar sjálvar, sum vilja hava hesi økini at umsita.
- Antin verða kommunurnar lagdar saman, ella verða tær noyddar at samstarva. Og eftir mínum tykki verður eitt samstarv ímillum fleiri kommunur nógv fløktari og tórførari enn um talan er um eina kommunu.
- Tað er heldur ongin ivi um, at stórar og sterkar kommunur fáa størri vald í einum slíkum samstarvi enn lítlar kommunur.
- So hendir tað at nakrar kommunur leggja saman í einum øki og onkur einstøk stendur uttanfyri, kann tað verða tórført hjá kommunum, sum standa uttanfyri, at fáa ávirkan.
23 kongar missa trónuna
Í løtuni eru sjey kommunur í Føroyum. Verður landið lagt saman í sjey kommunur, verða tað sosttatt 23 kommunur, sum skulu niðurleggjast, og 23 borgarstjórar, sum missa sína góðu løn.
Spurningurin er, um tað kann hugsast vera ein orsøk til, at nógvir borgarstjórar og kommunustýri eru ímóti samanlegging, tí so missa tey vald og tey missa løn.
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, vísir ikki tankanum frá sær.
- Bý- og bygdaráð skulu veljast aftur í heyst og skulu vit velja til sjey kommunur, heldur enn til 30, verður møguleikin fyri at verða afturvaldur, sjálvandi tilsvarandi minni, staðfestir hann.
Tað er ikki so einfalt at fáa yvirlit yvir allar borgarstjóralønirnar.
Men í 2006, tá ið Javob Vestergaard var landsstýrismaður í innlendismálum, gjørdi hann eitt yvirlit yvir útreiðslurnar til bý- og bygdaráð í Suðuroy í samband við ein fund um kommunusamanlegging.
Síðani tá eru lønir og útreiðslur hækkaðar, so talið er neyvan lækkað síðani tá.
Tá upplysti hann, at bý- og bygdaráðslimirnir í Suðuroy fáa tilsamans 3,6 milliónir krónur í løn.
Ein stórur partur av hesum eru lønir til borgarstjórar.
Hann vísti á, at í Suðuroy eru tilsamans 43 bý- og bygdaráðslimir, sum stýra oynni og tað eru 10 fleiri enn tað eru løgtingslimir, sum stýra øllum landinum.
Og tilsamans fáa hesir 3,6 milliónir krónur í lønum og nevndarsamsýningum.
Tá eru lønir til kommunuskrivararnar og skrivstovufólk ikki tald við.
Tilsamans kostaði tað 14 milliónir at umsita kommunurnar í Suðuroy.
- Fyri hesa upphæddina kundi suðuroyingar lønt einum felags kommunustýri við einum 11 limum og havt eina munadygga, professionella umsiting afturat sær, bæði við løgfrøðingi, búskaparfrøðingi, eini tekniskari deild, o.s.fr.
Men sum støðan er nú, sita sjey bý- og bygdaráð og stýra hvør sínum øki, uttan at hugsa um heildina í nóg stóran mun og uttan at lyfta í felag og uttan at tosa nóg nógv saman, so at borgarin í Suðuroy kann fáa tað bestu tænastuna.
7 kommunur
Í fólkaatkvøðuni í morgin verður veljarin spurdur, um hann tekur undir við, at landið verður skipað í sjey kommunur.
Í hesum sambandi verður veljarin spurdir um hann tekur undir við kommunurnar í hansara øki verða lagdar saman.
Tey sjey økini eru:
1) Norðoyggjar, tað eru Fugloyar, Viðareiðis, Hvannasunds, Klaksvíkar, Kunoyar, og Húsa kommunur.
2) Eysturoy, tað eru Fuglafjarðar, Eystur, Nes, Runavíkar og Sjóvar kommunur.
3) Sundalagið, tað eru Eiðis og Sunda kommunur.
4) Streymoy, tað eru Tórshavnar, Vestmanna og Kvívíkar kommunur.
5) Vágar, tað eru Vága og Sørvágs kommunur.
6) Sandoy, tað eru Skopunar, Sands, Skálavíkar, Húsavíkar og Skúvoyar kommunur.
7) Suðuroy, tað eru Hvalbiar, Tvøroyrar, Fámjins, Hovs, Porkeris, Vágs og Sumbiar kommunur
Hetta merkir, at veljarin í Norðoyggjum verður spurdur um hann tekur undir við, at Fugloy, Viðareiði, Hvannasund, Klaksvík, Kunoy, og Húsar, leggja saman í eina kommunu.
Veljarar í Eysturoy verða spurdir um teir taka undir við, at Fuglafjørður, Eysturkommuna, Nes, Runavík og Sjóvar kommunur leggja saman, og veljarin í Sundalagnum verður spurdur um Eiði og Sunda kommuna skulu leggja saman.